Bygging og bústaður

Bygging og bústaður

Klaksvíkar kommuna arbeiðir støðugt við at útvega grundstykkir – bæði til bústaða- og vinnuendamál, og harumframt verður arbeitt miðvíst fyri einum meira fjølbroyttum bústaðarmarknaði.
  
Í vinstra bredda finnur tú upplýsingar um bústaðarmøguleikar í kommununi. Umsókn um grundøki kann eisini skrivast út her, og somuleiðis fyriliggja reglurnar fyri grundstykkjalistan.

Her er ein stutt frágreiðing um byggimálsviðgerð og byggisamtyktin er somuleiðis tøk í hesum teigi.
Býarkort fyriliggur eisini og kann skrivast út.

Skalt tú byggja?

Fyrsta stig í byggingini er útvegan av grundstykki. Kommunalu grundstykkini verða útboðin eftir grundstykkjalistanum, sum tú kanst kunna teg nærri um her.

Í hesari vegleiðingini fært tú svar uppá nógvar spurningar og ivamál í samband við bygging. Vegleiðingin inniheldur eitt nú yvirlit yvir tekningar og fylgiskjøl, sum skulu vera við umsóknini um byggiloyvi.

Byggiloyvi verða givin sambært galdandi byggisamtykt og reglugerð. Les meira um byggimálsviðgerðina her og gev gætur, at viðgerðartíðin økist, tá talan er um frávik frá galdandi byggisamtykt.