Íbinding
Íbinding, kloakk, vatn og ravmagn
Í sambandi við kommunala útstykking verður brunnur altíð lagdur við øllum innleggingum klárum at binda í hjá teimum, sum byggja. Er talan um privata útstykking, leggur kommunan eisini innleggingar til byggiplássið, men tá skal eigarin gjalda fyri íbindingina.
Kostnaður:
Klaksvík og Norðoyri: 100 kr. pr. m2 av grundstykkinum, tó í mesta lagi kr. 50.000,- fyri stykkið.
Hetta er galdandi fyri umsóknir innkomnar eftir 1. januar 2012.
Árnafjørður: 100 kr. pr. m2. Fyri Kalsoy og Svínoy er kostnaðurin: 50 kr. pr. m2.
Íbindingargjald fyri íbúðir
Kostnaðurin fyri íbinding av íbúðum fylgir sama prinsippið sum er galdandi fyri einstøk grundstykki. Gjaldið er sett til 100 kr./m2 grundøki pr. íbúð á Borðoynni, og 50 kr./m2 grundøki pr. íbúð í bygdunum á oyggjunum.
Dømi um gjald fyri íbúðabygging:
Um bygdar verða 4 íbúðir á eitt stykki, sum er 800 fermetrar, verður gjaldið pr. íbúð 20 tkr. (800/4x100).
Um bygdar verða 4 íbúðir á eitt stykki, sum er 600 fermetrar, verður gjaldið pr. íbúð 15 tkr. (600/4x100).