Kommunustýrisskipan

Kommunustýrisskipan fyri Klaksvíkar kommunu

seinast broytt á býráðsfundum 26. januar og 23. februar 2017

 

Evnisyvirlit

 

1. partur

Býráðið

2. partur

Borgarstjórin

3. partur

Val av nevndum og vanligar reglur fyri virki teirra o.a.

4. partur

Fíggjarnevndin

5. partur

Hinar føstu nevndirnar

§ 24 Trivnaðarnevndin børn og ung (B&U) 

§ 25 Trivnaðarnevndin eldri og bústaðir (E&B) 

§ 26 Tekniska nevndin (TN)

§ 27 Umhvørvis- og býarskipanarnevndin (UBN)

§ 28 Mentanarnevndin (MeN)

§ 29 Havna- og Vinnunevndin (HaVN)

6. partur

Aðrar nevndir

§ 30 Árnafjarðarnevndin

§ 31 Mikladalsnevndin

§ 32 Trøllanesnevndin

§ 33 Svínoyarnevndin

§ 34 Norðoyarnevndin

§ 35 Húsanevndin

§ 36 Syðradalsnevndin

§ 37 Ánanevndin

§ 38 Skattakærunevndin

§ 39 Barnaverndarnevndin

§ 40 Tilbúgvingarnevndin

§ 41 Gøtunavnanevndin

§ 42 Ferðslunevndin

7. partur

Samsýningar o.a.

8. partur

Broytingar í stýrisskipanini o.a.

 

1. partur

Býráðið
 

§ 1
Býráðið hevur 11 limir, ið verða valdir eftir teim til eina og hvørja tíð galdandi reglunum í kommunalu vallógini.

§ 2
1. petti. Samsvarandi reglunum í kommunustýrislógini velur býráðið við meirilutavali ein borgarstjóra fyri alt valskeið býráðsins. Borgarstjórastarvið er fulltíðarstarv. Eisini velur býráðið við lutfalsvali ein 1. og ein 2. varaborgarstjóra.

2. petti. Um borgarstjórin av eini ella aðrari orsøk hevur forfall, røkja 1. og 2. varaborgarstjórin í hesi raðfylgju borgarstjórastarvið. Varir fráveran meira enn 2 mánaðir, skal býráðið velja fyribils borgarstjóra ella varaborgarstjóra í teirra stað við gildi, til fráveran heldur uppat.

§ 3
Býráðið samtykkir eina fundarskipan, ið m.a. ásetir nærri reglur um fyrireiking, fundarboð, hvussu fundir skulu haldast og málsmannagongd o.a.

§ 4
1. petti. Býráðið tekur avgerð um, nær og hvar vanligir býráðsfundir skulu vera. Við byrjanini av hvørjum álmanakkaári verður hetta kunngjørt á tann hátt, ið vanliga verður nýttur í kommununi. Býráðið hevur almennan fund vanliga eina ferð um mánaðin.

2. petti. Eykafundir verða hildnir, tá ið borgarstjórin heldur tað vera neyðugt, ella um 1/3 av limunum krevur tað. Borgarstjórin ger av, nær og hvar eykafundirnir skulu vera, og um høvi er til tess, verða hesir almannakunngjørdir.

3. petti. Limur, ið hevur tørv at fáa upplýsingar og tekniskan stuðul frá kommunalu fyrisitingini í sambandi við málsviðgerðina, fær hesa við at venda sær til kommunustjóran ella borgarstjóran.

 

2. partur
Borgarstjórin


§ 5
1. petti. Nærri reglur um virksemi borgarstjórans verða ásettar í kommunustýrisskipanini, sambært § 22 í kommunustýrislógini.

§ 6
1. petti. Borgarstjórin hevur dagligu leiðsluna av kommunalu fyrisitingini. Hetta er lýst í kapittul 4 í kommunustýrislógini, og eru uppgávur hansara m.a. hesar:

  1. hevur dagliga leiðslu av kommunalu fyrisitingini,
  2. býtir málini út til tær ymisku nevndirnar,
  3. tekur sær av málum, sum ikki fara í nakra nevnd,
  4. gevur fundarboð,
  5. fyrireikar býráðsfundir,
  6. kunnar býráðslimir um, hvørji mál koma fyri á fundum,
  7. leggur mál og málsupplýsingar fram við einum hóskandi tíðarskeiði, so at býráðslimir kunnu gera sær sína egnu meting um málið,
  8. boðar frá, hvørji mál eru beind í nevnd síðani síðsta fund,
  9. ansar eftir, at mál, ið krevja býráðsviðgerð, fáa tílíka viðgerð, og at neyðug ummæli verða fingin,
  10. sær til, at málini verða avgreidd og um neyðugt gera fyriskipan um hetta,
  11. tekur avgerðir í málum, ið ikki tola at bíða, ella har eingin orsøk er til iva,
  12. ansar eftir, at farið verður fram eftir samtyktum býráðsins,
  13. ansar eftir, at allar útreiðslur og inntøkur hava neyðuga játtan og
  14. saman við einum persóni, sum býráðið hevur heimilað til tess, undirskrivar skjøl, ið binda kommununa.

2. petti. Borgarstjórin hevur eftirlit við, at mál, ið krevur býráðsins avgerð og hoyrir undir fyrisitingarøki hjá nevnd, verður lagt fyri býráðið saman við neyðugum nevndarummæli, áðrenn býráðið tekur avgerð.

3. petti. Borgarstjórin hevur eyguni eftir, at einki mál liggur á láni. Nevndirnar hava skyldu til at greiða honum frá teimum málum, tær hava við at gera, og hvussu tað liggur fyri við at avgreiða tey. Um tað er neyðugt, ger hann fyriskipan fyri, hvussu málini skulu verða avgreidd.

§ 7
1. petti. Borgarstjórin ansar eftir, at hvør peningaupphædd - tað verði seg inntøka ella útreiðsla við kommunukassan - er bókað í kommunuroknskapinum, og at upphæddin hevur heimild í ársfíggjarætlanini ella eykajáttan. Er talan um eina peningaupphædd, ið heimild ikki er fyri, leggur hann málið fyri býráðið.

 

3. partur
Val av nevndum og vanligar reglur fyri virki teirra o.a.
 

§ 8
1. petti. Til at taka sær av teirri beinleiðis fyrisitingini av viðurskiftum kommununnar verða skipaðar ein fíggjarnevnd og ein ella fleiri aðrar fastar nevndir.

2. petti. Býráðið velur limir í tær nevndir, stjórnir og tílíkt, har býráðið ella kommunan sambært øðrum fyriskipanum skal verða umboðað.

3. petti. Val av limum og tiltakslimum í fastar nevndir o.a. fer fram á fyrsta býráðsfundi og beint aftan á valið av borgarstjóra og 1. og 2. varaborgarstjóra. Valið fer fram eftir lutfalsvalháttinum sbrt. § 3. Verður avgjørt at velja av nýggjum, stendur øll nevndin fyri vali.

§ 9
1. petti. Býráðið kann seta serstakar ráðgevandi nevndir og staðbundnar nevndir, ið skulu taka sær av ávísum málum ella gera fyrireikandi ella ráðgevandi arbeiði fyri býráðið, fíggjarnevndina ella hinar føstu nevndirnar, sí § 30-39.

§ 10
1. petti. Hvør nevnd hevur sína gerðabók, har allar samtyktir nevndarinnar verða førdar. Við fundarlok verður gerðabókin lisin upp og undirskrivað av øllum teimum luttakandi nevndarlimunum.

2. petti. Hevur nevndarlimur serstøðu, kann hann krevja, at serstøða hansara í stuttum verður viðmerkt í gerðabókini. Tá mál, har nevndarlimur hevur serstøðu sambært gerðabókini, verða send øðrum myndugleikum, kann nevndarlimur krevja, at myndugleikin verður kunnaður um tað, ið stendur í gerðabókini. Nevndarlimurin kann viðleggja málinum grundgeving fyri serstøðu síni.

§ 11
1. petti. Hendir tað, at ein nevnd hugsar um at fremja ætlanir, ið nerta við arbeiðsøkið hjá aðrari nevnd, verða samráðingar at fara fram við hesa ella ummæli fingið frá hesi nevnd, áðrenn ætlanirnar verða settar í verk. Um neyðugt luttaka fíggjarnevndin og borgarstjórin í samráðingunum.

2. petti. Hvør nevnd sendir, um umhvørvis- og býarskipanarnevndina og fíggjarnevndina, tilráðing til býráðið viðvíkjandi íleggingararbeiði, ið hoyrir undir hennara fyrisitingarøki.

§ 12
Nevndirnar ansa eftir, at ikki verður brúktur meira peningur, enn avsettur er sambært teim einstøku upphæddunum á ársfíggjarætlanini ella er játtaður við eykajáttan. Um tað er hildið ynskjandi ella neyðugt at játta meira pening, senda nevndirnar - um fíggjarnevndina - býráðnum tilráðing hesum viðvíkjandi.

§ 13
Nærri reglur um nevndararbeiði kunnu verða ásettar í fundarskipan, sum býráðið góðtekur.

 

4. partur
Fíggjarnevndin

 

§ 14
1. petti. Í fíggjarnevndini situr borgarstjórin, ið er nevndarformaður, og 4 aðrir býráðslimir.

Fíggjarnevndin fyrisitur tey málsøki, ið løgd eru til hana sambært kapittul 8 í kommunustýrislógini.

2. petti. Fíggjarnevndin fyrisitur mál viðvíkjandi kassa- og roknskaparverkinum, lønar- og starvsfólkaviðurskiftum, allari umsiting kommununnar og – um ikki annað er ásett í hesi stýrisskipan – burturleigu av ognum í minni enn fimm ár.

3. petti. Fíggjarnevndin sendir býráðnum tilráðing um keyp ella sølu av føstum ognum, veðseting og um burturleigu í meira enn fimm ár av ognum kommununnar.

4. petti. Øll mál, ið snúgva seg um fígging, skulu – áðrenn tey verða løgd fyri býráðið til samtyktar – hava verið til ummælis hjá fíggjarnevndini.

§ 15
1. petti. Fíggjarnevndin ansar eftir, at peningaognir kommununnar - íroknaður tann peningur, ið ikki er neyðugur til gjaldingar av dagligu útreiðslunum - verða goymdar á tryggan hátt og eisini soleiðis, at tær geva sum mest av sær.

2. petti. Tær peningaognir, ið ikki eru neyðugar at hava til taks í reiðum peningi fyri at greiða dagligu útreiðslurnar, skulu verða settar inn í peningastovn, á postgirokonto ella settar í slík lánsbrøv, sum verða nýtt, tá ið tað snýr seg um ognir hjá ómyndingum.

3. petti. Virðisbrøv kommununnar skulu - um tey ikki verða tryggjað á annan fullgóðan hátt - fáa átekning um, at tey eru ogn kommununnar, og at eingin hevur ræði á nøkrum virðisbrævi uttan við samtykki býráðsins. Um tað er møguligt, skal átekningin verða skrivað í bók hjá avvarðandi stovni.

4. petti. Somu skyldur, sum frammanfyri eru tilskilaðar, hevur fíggjarnevndin viðvíkjandi øðrum peningaognum, sum kommunan hevur um hendur.

§ 16
1. petti. Fyri 1. oktober sendir fíggjarnevndin býráðnum uppskot til ársfíggjarætlan fyri komandi fíggjarár.

2. petti. Uppskot til ársfíggjarætlan skal viðgerast tvær ferðir í býráðnum við í minsta lagi 14 daga millumbili. Ársfíggjarætlanin skal vera endaliga samtykt í seinasta lagi 1. desember og latin landsstýrismanninum innan 3 gerandisdagar aftaná.

3. petti. Við hvørjari upphædd á uppskotinum skal verða viðmerkt:

  1. tann upphædd, ið verður skotin upp fyri komandi ár.
  2. tann upphædd, ið er avsett fyri verandi roknskaparár, og
  3. tann upphædd, ið er inngoldin ella brúkt í undanfarna roknskaparári.

Um roknskapurin fyri undanfarna ár ikki er lagdur fram, kunnu fyribils tøl úr honum verða nýtt.

4. petti. Tær íleggingar- og fíggjarætlanir, ið nevndin hevur gjørt, verða lagdar fram saman við uppskotinum til ársfíggjarætlanina. Við uppskotinum skulu eisini fylgja upplýsingar um tær fíggjarligu broytingar, sum kunnu væntast í komandi roknskaparári.

§ 17
Fíggjarnevndin hevur ábyrgdina av

  1. at gjørd verður ein bókhaldsførsluskipan, ið gjølla sýnir, hvussu kommunuognin verður umsitin,
  2. at liðugur roknskapur við møguligum viðmerkingum verður grannskoðaður,
  3. at viðgera og taka støðu til viðmerkingar frá grannskoðanini,
  4. at leggja grannskoðaðan roknskap fyri býráðið til góðkenningar og undirskrivingar, og
  5. at leggja grannskoðanarfrágreiðing fyri býráðið til viðgerðar.

§ 18
Fíggjarnevndin ansar eftir, at ikki verður farið upp um tær á fíggjarætlanini viðtiknu peningaupphæddir ella samtyktu eykajáttanir, hvørki tilsamans ella tá talan er um einstakar upphæddir, og at ikki verður farið undir eitt arbeiði, fyrr enn neyðug játtan er tøk sbrt. § 19, 2. petti.

§ 19
1. petti. Fíggjarnevndin hevur eftirlit við fyrisitingini av peningi og bókhaldi kommununnar. Hon ansar eftir, at inntøkurnar hjá kommununi koma inn rættstundis, og at møgulig útistandandi skuld verður innkravd. Eisini ansar nevndin eftir, at eftirstøðulistar verða gjørdir og kannar hesar við hóskandi millumbili.

2. petti. Fíggjarnevndin ásetir tær reglur, sum kommunala umsitingin hevur at ganga eftir, tá ið tað snýr seg um at siga nevndini frá, um tað í nøkrum føri er farið - ella kann væntast at verða farið - upp um tær einstøku peningaupphæddir á ársfíggjarætlanini ella tær upphæddir, ið játtaðar eru sambært eykajáttan.

3. petti. Fíggjarnevndin ansar eftir, at øll onnur skjøl verða goymd á tryggan hátt.

 

5. partur
Hinar føstu nevndirnar

 

§ 20
1. petti. Hesar føstu nevndir skulu verða valdar:

  1. trivnaðarnevndin børn og ung (B&U)
  2. trivnaðarnevndin eldri og bústaðir (E&B)
  3. tekniska nevndin (TN)
  4. umhvørvis- og býarskipanarnevndin (UBN)
  5. mentanarnevndin (MeN)
  6. havna- og vinnunevndin (HaVN)

 2. petti. Limirnir í teim í 1. petti umrøddu nevndum verða valdir millum býráðslimirnar.

§ 21
Eftir áheitan frá fíggjarnevndini og innan eina tíðarfreist, sum henda nevnd setir, skulu nevndirnar koma við teirra parti av uppskotinum til ársfíggjarætlanina og til gerð av íleggingar- og fíggjarætlanum.

§ 22
Hvør nevnd gevur tilmæli til býráðið í málum innan hennara fyrisitingarøki, har tað sambært lóg áliggur býráðnum at geva tilmæli ella taka støðu.

§ 23
Hvør nevnd ansar eftir, at ikki verður farið upp um tær á fíggjarætlanini viðtiknu peningaupphæddir og eykajáttanir, hvørki tilsamans ella tá talan er um einstakar upphæddir, og at ikki verður farið undir eitt arbeiði, fyrr enn neyðug játtan er tøk sbrt. § 19, 2. petti.

 

§ 24  Trivnaðarnevndin børn og ung (B&U)

1. petti. Trivnaðarnevndin børn og ung hevur 5 limir.

2. petti. Nevndin fyrisitur rakstur og íløgur innan ávís málsøkir innan almanna- og heilsumál, og annars rakstur og íløgur innan málsøkini børn og ung, og útbúgving og gransking sambært skjalinum Yvirlit yvir nevndir og rakstrarstøð 19. januar 2017.

3. petti. Til at viðgera tey ymsu sløgini av málum kann nevndin velja eykanevndir við minst 3 limum - valdum eftir lutfalli. Formaðurin í trivnaðarnevndini børn og ung skal helst vera formaður ella limur í slíkum eykanevndum.

4. petti. Nevndin tekur avgerðir í málum, ið sambært lóggávuni hoyra undir trivnaðarnevndina børn og ung. Í tann mun fyriskipaninar í lóggávuni ikki eru til hindurs, hevur nevndin eisini tær heimildir, sum sambært sosialu lóggávuni eru lagdar til býráðið.

 

§ 25  Trivnaðarnevndin eldri og bústaðir (E&B)

1. petti. Trivnaðarnevndin eldri og bústaðir hevur 5 limir.

2. petti. Nevndin fyrisitur rakstur og íløgur innan ávís málsøkir innan almanna- og heilsumál sambært skjalinum Yvirlit yvir nevndir og rakstrarstøð 19. januar 2017.

3. petti. Til at viðgera tey ymsu sløgini av málum kann nevndin velja eykanevndir við minst 3 limum - valdum eftir lutfalli. Formaðurin í trivnaðarnevndini eldri og bústaðir skal helst vera formaður ella limur í slíkum eykanevndum.

4. petti. Nevndin tekur avgerðir í málum, ið sambært lóggávuni hoyra undir trivnaðarnevndina eldri og bústaðir. Í tann mun fyriskipaninar í lóggávuni ikki eru til hindurs, hevur nevndin eisini tær heimildir, sum sambært sosialu lóggávuni eru lagdar til býráðið.

 

§ 26  Tekniska nevndin (TN)

1. petti. Tekniska nevndin hevur 5 limir.

2. petti. Nevndin fyrisitur rakstur og íløgur innan ávís málsøkir innan Teknisk mál og Kommunalt virki sambært skjalinum Yvirlit yvir nevndir og rakstrarstøð 19. januar 2017.

Nevndin fyrisitur m.a. teknisku málsøkini, sum t.d. verkstaðin, vatnverkini, vegirnar, ferðslureguleringar, parkeringsskipanina, gøtuljósini, renovasjón, sløkkiliðið, bussleið og onnur teknisk viðurskifti, ið ikki hoyra undir aðra nevnd, og skipar fyri teimum arbeiðum, sum skulu verða gjørd í hesum sambandi.

Nevndin ansar eftir, at tær viðtøkur og reglugerðir, sum galda fyri nevndu málsøki, verða fylgdar.

3. petti. Nevndin hevur tekniskt eftirlit við almennum plássum, vegum og almennum nátthúsum o.ø.

4. petti. Tá gøtu-, veg- og onnur íleggingararbeiði skulu verða sett í verk, sendir nevndin tilmæli til býráðið hesum viðvíkjandi, jfr. § 11, 2. petti, og skipar fyri, at arbeiðini verða framd samsvarandi teirri av býráðnum samtyktu arbeiðsætlan.

Nevndin fyriskipar uppsetan av navnaskeltum á gøtum, vegum, torgum, støðum o.ø. og hevur í øllum førum eftirlit við, at fyriskipanirnar í vegareglugerðini um gerð og yvirtøkur av gøtum og vegum verða hildnar.

5. petti. Skylda kommununnar til at reinsa gøtur, vegir og pláss (torg) er løgd til nevndina, og leiðir og útinnir hon hesi arbeiði – eisini tá talan er um kavagrevstur og at beina fyri burturkastinum frá øllum hesum arbeiðum.

 

§ 27  Umhvørvis- og býarskipanarnevndin (UBN)

1. petti. Umhvørvis- og býarskipanarnevndin hevur 5 limir.

2. petti. Nevndin fyrisitur rakstur og íløgur innan ávís málsøkir innan Kommunala fyrisiting og Teknisk mál sambært skjalinum Yvirlit yvir nevndir og rakstrarstøð 19. januar 2017.

3. petti. Nevndin fyrisitur øll mál, ið sambært byggilóggávu og lóg um býarskipanir og byggisamtyktir eru løgd undir býráðið.

4. petti. Nevndin fyrisitur kommunalu teknisku málsøkini, sum t.d. fastognir (fríðkan og viðlíkahald av øllum bygningum), býarfríðkan (viðarlundir og gøtur v. m.), umhvørvistiltøk og kloakkir.

5. petti. Nevndin fyrisitur mál, ið sambært lóggávuni, kunngerðum, reglum um umhvørvisvernd og fyriskipanum, eru løgd undir kommununa og ansar eftir, at tær viðtøkur og reglugerðir, sum galda fyri nevndu málsøki, verða fylgdar.

6. petti. Nevndin fyrisitur allar umsóknir um bygging og sundurluting og viðger hesar sambært galdandi lógum, reglugerðum og fyriskipanum og ansar eftir, at øll bygging er í samsvari við hesar.

7. petti. Nevndin sendir fíggjarnevndini tilráðing um keyp ella sølu av føstum ognum og um burturleigu í meira enn fimm ár.

8. petti. Nevndin hevur eftirlit við, at gingið verður eftir teimum servituttum og deklaratiónum, sum álagdar eru til frama fyri kommununa.

 

§ 28  Mentanarnevndin (MeN)

1. petti. Mentanarnevndin hevur 5 limir.

2. petti. Nevndin fyrisitur rakstur og íløgur innan ávís málsøkir innan Mentan og frítíð sambært skjalinum Yvirlit yvir nevndir og rakstrarstøð 19. januar 2017.

3. petti. Nevndin umsitur útvegan av innbúgvi, amboðum og tílíkum til økið. Nevndin fyrisitur, í samráð við umhvørvis- og býarskipanarnevndina, viðlíkahaldið av sparkivallum og spæliplássum o.ø.

4. petti. Eisini fyrisitur nevndin kvikmynda- og bókasavnsviðurskifti kommununnar, svimjihøll, handarbeiðsskúla, tónlistaskúla, stadionøki, søvn og onnur mál av mentanarligum týdningi í kommununi.

5. petti. Nevndin gevur viðmæli til býráðið í málum viðvíkjandi nøvnum á nýggjum gøtum, vegum o.ø. sambært tilmæli frá serstakari nevnd, bólki e.ø.

6. petti. Nevndin fyrisitur mál, ið snúgva seg um útlán og burturleigu av kommunalum ognum og hølum í hesum, ið ætlað eru til mentanarendamál o.a., til nýstlu hjá feløgum o.ø.

7. petti. Eftir gjøllari reglum frá býráðnum umsitur nevndin studningsjáttanir til feløg innan mentanarøkið, herundir eisini fyri stovnandi tiltøkum til frama fyri slík, o.tl.

 

§ 29  Havna- og Vinnunevndin (HaVN)

1. petti. Havna- og vinnunevndin hevur 5 limir.

2. petti. Nevndin fyrisitur rakstur og íløgur innan ávís økir innan Kommunal fyrisiting, Útbúgving og gransking, Teknisk mál og Kommunalt virki sambært skjalinum Yvirlit yvir nevndir og rakstrarstøð 19. januar 2017.

3. petti. Nevndin fyrisitur m.a. havnirnar, Íverksetarahúsið, Grótbrotið, vinnumenning við meira og skipar fyri teimum arbeiðum, sum skulu verða gjørd í hesum sambandi. Sama er galdandi fyri kommunalar bygningar og annan útbúnað og ognir, ið hoyra havnunum til.

4. petti. Nevndin fyrisitur vinnuøki, sum liggja upp at havnaøki og hava tilknýti til bryggju.

 

6. partur
Aðrar nevndir

§ 30  Árnafjarðarnevndin

1. petti. At taka sær av áhugamálum í Árnafirði verður vald ein nevnd við 5 limum.

Tríggir valdir av og millum borgararnar í Árnafirði eftir reglunum í kommunalu vallógini. Valbæri og valrætt hava tey, sum eru búsitandi í staðbundna økinum og hava valrætt og eru valbær til býráðið.

Ein valdur av býráðnum millum limir tess. Fimti limurin, ið er borgarstjórin, er føddur formaður.

2. petti. Mál, sum býráðið metir at hava serligan áhuga fyri Árnafjørð, verða send nevndini til ummælis, sum innan ein mánað vegleiðir, umrøður og ger tilmæli.

 

§ 31  Mikladalsnevndin

1. petti. At taka sær av áhugamálum í Mikladali verður vald ein nevnd við 5 limum.

Tríggir valdir av og millum borgararnar í Mikladali eftir reglunum í kommunalu vallógini. Valbæri og valrætt hava tey, sum eru búsitandi í staðbundna økinum og hava valrætt og eru valbær til býráðið.

Ein valdur av býráðnum millum limir tess. Fimti limurin, ið er borgarstjórin, er føddur formaður.

2. petti. Mál, sum býráðið metir at hava serligan áhuga fyri Mikladal, verða send nevndini til ummælis, sum innan ein mánað vegleiðir, umrøður og ger tilmæli.

 

§ 32  Trøllanesnevndin

1. petti. At taka sær av áhugamálum á Trøllanesi verður vald ein nevnd við 5 limum.

Tríggir valdir av og millum borgararnar á Trøllanesi eftir reglunum í kommunalu vallógini. Valbæri og valrætt hava tey, sum eru búsitandi í staðbundna økinum og hava valrætt og eru valbær til býráðið.

Ein valdur av býráðnum millum limir tess. Fimti limurin, ið er borgarstjórin, er føddur formaður.

2. petti. Mál, sum býráðið metir at hava serligan áhuga fyri Trøllanes, verða send nevndini til ummælis, sum innan ein mánað vegleiðir, umrøður og ger tilmæli.

 

§ 33  Svínoyarnevndin
1. petti. At taka sær av áhugamálum í Svínoy verður vald ein nevnd við 5 limum.

Tríggir valdir av og millum borgararnar í Svínoy eftir reglunum í kommunalu vallógini. Valbæri og valrætt hava tey, sum eru búsitandi í staðbundna økinum og hava valrætt og eru valbær til býráðið.

Ein valdur av býráðnum millum limir tess. Fimti limurin, ið er borgarstjórin, er føddur formaður.

2. petti. Mál, sum býráðið metir at hava serligan áhuga fyri Svínoy, verða send nevndini til ummælis, sum innan ein mánað vegleiðir, umrøður og ger tilmæli.

 

§ 34  Norðoyrarnevndin

1. petti. At taka sær av áhugamálum á Norðoyri verður vald ein nevnd við 5 limum.

Tríggir valdir av og millum borgararnar á Norðoyri eftir reglunum í kommunalu vallógini. Valbæri og valrætt hava tey, sum eru búsitandi í staðbundna økinum og hava valrætt og eru valbær til býráðið.

Ein valdur av býráðnum millum limir tess. Fimti limurin, ið er borgarstjórin, er føddur formaður.

2. petti. Mál, sum býráðið metir at hava serligan áhuga fyri Norðoyri, verða send nevndini til ummælis, sum innan ein mánað vegleiðir, umrøður og ger tilmæli.

 

§ 35  Húsanevndin

1. petti. At taka sær av áhugamálum á Húsum verður vald ein nevnd við 5 limum.

Tríggir valdir av og millum borgararnar á Húsum eftir reglunum í kommunalu vallógini. Valbæri og valrætt hava tey, sum eru búsitandi í staðbundna økinum og hava valrætt og eru valbær til býráðið.

Ein valdur av býráðnum millum limir tess. Fimti limurin, ið er borgarstjórin, er føddur formaður.

2. petti. Mál, sum býráðið metir at hava serligan áhuga fyri Húsar, verða send nevndini til ummælis, sum innan ein mánað vegleiðir, umrøður og ger tilmæli.

 

§ 36  Syðradalsnevndin

1. petti. At taka sær av áhugamálum á Syðradali verður vald ein nevnd við 5 limum.

Tríggir valdir av og millum borgararnar á Syðradali eftir reglunum í kommunalu vallógini. Valbæri og valrætt hava tey, sum eru búsitandi í staðbundna økinum og hava valrætt og eru valbær til býráðið.

Ein valdur av býráðnum millum limir tess. Fimti limurin, ið er borgarstjórin, er føddur formaður.

2. petti. Mál, sum býráðið metir at hava serligan áhuga fyri Syðradal, verða send nevndini til ummælis, sum innan ein mánað vegleiðir, umrøður og ger tilmæli.

 

§ 37  Ánanevndin

1. petti. At taka sær av áhugamálum í Ánunum verður vald ein nevnd við 5 limum.

Tríggir valdir av og millum borgararnar í Ánunum eftir reglunum í kommunalu vallógini. Valbæri og valrætt hava tey, sum eru búsitandi í staðbundna økinum og hava valrætt og eru valbær til býráðið.

Ein valdur av býráðnum millum limir tess. Fimti limurin, ið er borgarstjórin, er føddur formaður.

2. petti. Mál, sum býráðið metir at hava serligan áhuga fyri Ánirnar, verða send nevndini til ummælis, sum innan ein mánað vegleiðir, umrøður og ger tilmæli.

 

§ 38  Skattakærunevndin

1. petti. Skattakærunevndin hevur 4 limir og 4 tiltakslimir úr Klaksvíkar kommunu, sbrt. kunngerð nr. 8 frá 5. februar 2009 um val av limum í kommunalu skattakærunevndirnar.

2. petti. Nevndin fyrisitur mál, ið sambært lóggávuni, kunngerðum, reglum um skattakærur og fyriskipanum, eru løgd undir hana, og skipar fyri teimum arbeiðum, sum skulu verða gjørd í hesum sambandi.

 

§ 39  Barnaverndarnevndin

1. petti. Barnaverndarnevndin hevur 5 limir og 5 varalimir, sbrt. løgtingslóg nr. 18 frá 8. mars 2005, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 139 frá 18. des. 2013.

2. petti. Nevndin fyrisitur mál, ið sambært lóggávuni, kunngerðum, reglum um barnavernd og fyriskipanum, eru løgd undir kommununa, og skipar fyri teimum arbeiðum, sum skulu verða gjørd í hesum sambandi.

 

§ 40  Tilbúgvingarnevndin

1. petti. Tilbúgvingarnevndin hevur minst 5 limir.

Í Tilbúgvingarnevndini sita borgarstjóri, sum er formaður, felags tilbúgvingarleiðarin, eitt umboð fyri Føroya Landfúta og ein meiriluti, sum kommunustýrini tilnevna.

2. petti. Umframt at fyrisita sløkkiliðnum í kommununum og taka sær av teimum skyldum, sum áliggja kommununum, sambært løgtingslóg um tilbúgving o.a., útinnir tilbúgvingarnevndin skorsteinsreinsan samsvarandi teimum reglugerðum og ársfíggjarætlanum, ið til eina og hvørja tíð eru galdandi.

 

§ 41  Gøtunavnanevndin

1. petti. Uppgávan hjá gøtunavnanevndini er at geva býráðnum ella avvarðandi býráðsnevndum tilmæli um nøvn á gøtum, býlingum og øðrum, sum nevndin verður biðin um av býráði, nevndum ella umsiting.

2. petti. Gøtunavnanevndin hevur 3 fastar limir, ið verða valdir av býráðnum fyri eitt 4 ára skeið í senn aftan á hvørt býráðsval.

3. petti. Í viðgerðini av nøvnum á økjum, har møguligir persónar uttan fyri nevndina hava servitan, verður nevndin, í tann mun tað er gjørligt, at hoyra hesar persónar um málið, áðrenn nevndin gevur sítt tilmæli.

4. petti. Í uppskotum sínum verður nevndin, har tað letur seg gera,

  • at miða ímóti nøvnum, sum hava uppruna í ella tilknýti til tey støð ella øki, ið verða navngivin
  • at navngeva við atliti til áður givin nøvn í kommununi, so møguleikin fyri at blanda ymisk staða- og gøtunøvn verður sum minstur, og at velja nøvn, sum eru í samljóði við føroyskar málreglur.

 

§ 42  Ferðslunevndin

1. petti. Ferðslunevndin, sum er ein faknevnd innan tekniska málsøkið, er mannað við trimum limum og verður vald á fyrsta býráðsfundi eftir hvørt býráðsval við einum umboð fyri býráðið (býráðslimur), einum umboð fyri Teknisku Umsiting og einum umboð fyri løgregluna.

2. petti. Sum undirnevnd hjá teknisku nevnd býráðsins hevur Ferðslunevndin fylgjandi heimildir.

3. petti. Sjálvstøðug virkisøki og heimildir: Mál um vegbungur, at skelta við víkiskyldum og parkeringsavmarkingum og um avstríping av gonguteigum v.m. skulu leggjast fyri Ferðslunevndina, sum tá hevur fulla heimild og kann sjálvstøðugt fremja í verki samtyktir innan hetta málsøkið, treytað av, at játtan er tøk til tær útreiðslur, ið standast av tiltakinum.

4. petti. Tilmælandi virkisøki og heimildir: Mál um beinleiðis broytingar av ferðslumynstrinum, so sum einsrættingar av vegum, ella tiltøk, sum hava ávirkan á vegkassan, so sum smalkaðar koyribreytir o.s.fr., og mál um áseting av mest loyvdari ferð skulu somuleiðis leggjast fyri Ferðslunevndina, sum tá hevur avmarkaða heimild og er tilmælandi yvir fyri teknisku nevnd.

5. petti. Fíggjarligar heimildir: Ferðslunevndin fær við hesum formliga heimild frá teknisku nevnd til at disponera fíggjarliga innan ta til eina og hvørja tíð galdandi játtan til ferðslureguleringar av tí slagnum, sum reglugerðin gevur heimild til.

 

7. partur
Samsýningar o.a.
 

§ 43

1. petti. Borgarstjórin fær í fulltíðarstarvi sínum samsýning sambært kunngerð nr. 92 frá 28. juni 2013 um samsýning v.m. sambært kommunustýrislógini.

2. petti. Tá borgarstjórin fer frá, fær hann samsýning eftir somu reglum sum landsstýrismaður, sambært góðkendu skipanini viðvíkjandi eftirløn, eftirsitiløn v.m. til borgarstjóra, sum hildið verður fram við.

3. petti. Eftirsitandi hjúnafelagi ella børn undir 18 ár eftir borgarstjóranum í starvi fær/fáa samsýning eftir § 15 í kunngerð um samsýning v.m. sambært kommunustýrislógini.

4. petti. Samsýning og eftirløn verða goldin 25. í mánaðinum fyri inniverandi mánað við 1/12 um mánaðin.

5. petti. Borgarstjóri fær ikki fundar- og aðrar samsýningar smb. § 10, stk. 6, í kunngerð um samsýning v.m. sambært kommunustýrislógini.

6. petti. Varaborgarstjóri fær eina árliga samsýning uppá 1/12-part av samsýningini, ið verður givin borgarstjóranum, sbr. § 11, stk. 2, í kunngerð um samsýning v.m. sambært kommunustýrislógini.

7. petti. Árlig samsýning til lim í býráðnum er sambært § 3, stk. 2, nr. 4, 24 ferðir upphæddina  í § 2, stk. 2, nr. 3, í kunngerð um samsýning v.m. sambært kommunustýrislógini.

8. petti. Formonnunum í trivnaðarnevndini børn og ung, trivnaðarnevndini eldri og bústaðir, umhvørvis- og býarskipanarnevndini, teknisku nevndini, mentanarnevndini og havna- og vinnunevndini verður veitt ein føst árlig samsýning 12 ferðir nevndarsamsýningina sbrt. § 5, nr. 2,  j.fr. § 6, stk. 2, í kunngerð um samsýning v.m. sambært kommunustýrislógini.

9. petti. Árlig samsýning til býráðslim, sum er í fíggjarnevnd, trivnaðarnevndini børn og ung, trivnaðarnevndini eldri og bústaðir, umhvørvis- og býarskipanarnevndini, teknisku nevndini, mentanarnevndini og havna- og vinnunevndini, er jfr. § 5, nr. 2, í kunngerð um samsýning v.m. sambært kommunustýrislógini.

10. petti. Formanninum í barnaverndarnevndini verður veitt ein føst árlig samsýning á kr. 16.000.

11. petti. Formanninum í skattakærunevndini verður veitt ein føst árlig samsýning á kr. 24.000.

12. petti. Formonnum og nevndarlimum verður annars veitt samsýning smb. § 2, stk. 1, nr. 2, og § 4, stk. 1, nr. 1, í kunngerð um samsýning v.m. sambært kommunustýrislógina.

13. petti. Fundarsamsýning verður latin fyri luttøku á skeiðum, sum býráðið hevur góðkent, umframt annað fundarvirksemi, sum verður gjørt eftir umbøn frá býráðnum smb. § 2, stk. 1, nr. 2, og § 4, stk. 1, nr. 2, í kunngerð um samsýning v.m. sambært kommunustýrislógina.

14. petti. Samsýning verður goldin til og við endan á tí mánaði, tá viðkomandi ikki er í starvinum longur, ella at viðkomandi ikki hevur røkt starvið samanhangandi í 3 mánaðir, sbr. § 18, stk. 1, í kunngerð um samsýning v.m. sambært kommunustýrislógini. Er frávera grundað á sjúku, barnsburð, ella ættleiðing, hevur viðkomandi rætt til samsýning í upp til 6 mánaðir, smb. § 18, stk. 2, í kunngerð um samsýning v.m. sambært kommunustýrislógini.

15. petti. Tiltakslimur fær samsýning sum býráðslimir ella nevndarlimir. Tiltakslimur fær tó einans lutfalsliga samsýning fyri tað tíðarskeið, hann fyribils er limur, sbr. § 8, stk. 1, í kunngerð um samsýning v.m. sambært kommunustýrislógini. Tiltakslimur, sum einans møtir á einstøkum fundi, fær tá sbrt. § 8, stk. 2, í kunngerð um samsýning v.m. sambært kommunustýrislógini einans vanliga fundarsamsýning sbrt. § 2  í kunngerð um samsýning v.m. sambært kommunustýrislógini.

 

8. partur
Broytingar í stýrisskipanini o.a.

 

§ 44
Henda kommunustýrisskipan kemur í gildi beinanvegin. Tó verða reglurnar um samsýning at galda frá 1. oktober 2001.

Henda kommunustýrisskipan og broytingar í henni skulu verða viðgjørd á tveimum býráðsfundum, við minst 14 daga millumbili.

Framløgd á býráðsfundum 24. apríl og 20. november 2001, 20. apríl og 18. mai 2010, 19. sept. og 3. okt. 2013, 31. okt. og 21. nov. 2013, og seinast broytt á býráðsfundum 26. jan. og 23. feb. 2017.

 

Jógvan Skorheim

Borgarstjóri

 

Kommunustýrisskipan - sum seinast broytt

Yvirlit yvir nevndir og rakstrarstøð, 19. jan. 2017