Borgarstjórin
Borgarstjórin
Karl Haldorsson Johansen er valdur borgarstjóri fyri býráðssetuna 2021-24. Klaksvíkar býráð verður mannað millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Tjóðveldi.
Í býráðshøpi hevur Karl, umframt borgarstjórasessin, formanssessin í Fíggjarnevndini.
Hetta er fyrstu ferð Karl er valdur í Klaksvíkar býráð.
Karl Johansen er føddur 22. juni 1954. Karl Johansen er giftur við Jóruni Ljósstein, og saman hava tey døturnar Annika Karlsdóttir Ljósstein og Durita Ljósstein Johansen.
Karl Johansen var útlærdur politistur 1. januar í 1979 og í 2006 bleiv hann eisini sýslumaður í Norðoyggjum. Harumframt hevur Karl bæði siglt við línu-, trol-, og snellubáti. Eitt skifti starvaðist Karl eisini hjá Kanjon og sum kokkur umborð á snellubáti undir Íslandi.
Karl Johansen hevur í mong ár verið virkin í ítróttinum. Serliga hevur tað verið í hondbóltinum, men Karl hevur eisini spælt fótbólt og var m.a. á besta liðinum hjá KÍ í 1981.
Borgarstjórin hevur viðtalutíð á býráðsskrivstovuni í Nólsoyar Pálsgøtu 32, sum skal umbiðjast frammanundan.
Umbøn um fund kann sendast til karl@klaksvik.fo ella umvegis stjórnarfyrisitarin, Onnu Mariu Joensen annamaria@klaksvik.fo
Um borgarstjórastarvið
Nærri reglur um virksemi borgarstjórans verða ásettar í kommunustýrisskipanini, sambært § 22 í kommunustýrislógini.
Við heimild í kommunustýrislógini sigur kommunustýrisskipan býráðsins fylgjandi um uppgávur borgarstjórans:
§ 6
1. petti. Borgarstjórin hevur dagligu leiðsluna av kommunalu fyrisitingini. Hetta er lýst í kapittul 4 í kommunustýrislógini, og eru uppgávur hansara m.a. hesar:
- hevur dagliga leiðslu av kommunalu fyrisitingini,
- býtir málini út til tær ymisku nevndirnar,
- tekur sær av málum, sum ikki fara í nakra nevnd,
- gevur fundarboð,
- fyrireikar býráðsfundir,
- kunnar býráðslimir um, hvørji mál koma fyri á fundum,
- leggur mál og málsupplýsingar fram við einum hóskandi tíðarskeiði, so at býráðslimir kunnu gera sær sína egnu meting um málið,
- boðar frá, hvørji mál eru beind í nevnd síðani síðsta fund,
- ansar eftir, at mál, ið krevja býráðsviðgerð, fáa tílíka viðgerð, og at neyðug ummæli verða fingin,
- sær til, at málini verða avgreidd og um neyðugt gera fyriskipan um hetta,
- tekur avgerðir í málum, ið ikki tola at bíða og har eingin orsøk er til iva,
- ansar eftir, at farið verður fram eftir samtyktum býráðsins,
- ansar eftir, at allar útreiðslur og inntøkur hava neyðuga játtan og
- saman við einum persóni, sum býráðið hevur heimilað til tess, undirskrivar skjøl, ið binda kommununa.
2. petti. Borgarstjórin hevur eftirlit við, at mál, ið krevur býráðsins avgerð og hoyrir undir fyrisitingarøki hjá nevnd, verður lagt fyri býráðið saman við neyðugum nevndarummæli, áðrenn býráðið tekur avgerð.
3. petti. Borgarstjórin hevur eyguni eftir, at einki mál liggur á láni. Nevndirnar hava skyldu til at greiða honum frá teimum málum, tær hava við at gera, og hvussu tað liggur fyri við at avgreiða tey. Um tað er neyðugt, ger hann fyriskipan fyri, hvussu málini skulu verða avgreidd.
§ 7
1. petti. Borgarstjórin ansar eftir, at hvør peningaupphædd - tað veri seg inntøka ella útreiðsla við kommunukassan - er bókað í kommunuroknskapinum, og at upphæddin hevur heimild í ársfíggjarætlanini ella eykajáttan. Er talan um eina peningaupphædd, ið heimild ikki er fyri, leggur hann málið fyri býráðið.