Klaksvíkar kommuna
Klaksvíkar kommuna varð sett á stovn í 1908, og síðani tá hevur bygdin ment seg til at verða miðdepil í Norðoyggjum og størsti fiskivinnubýur í landinum. Men søgan hjá bygdini gongur nógv longur aftur í tíðina. Brot úr eldru søgu Klaksvíkar eftir Hans Andrias Sølvará, søgufrøðing, kann lesast her.
Í dag fevnir Klaksvíkar kommuna eisini um bygdirnar á Kalsoynni og Svínoy, umframt at kommunan samstarvar við hinar kommunurnar í Norðoyggjum um fleiri málsøki.
Omanfyri kanst tú kunna teg nærri um bygnaðin og starvsfólkini í kommunufyrisitingini, umframt um bygdirnar í kommununi og vinarbýir okkara.