Um Klaksvíkar kommunu
Klaksvíkar kommuna
Upprunaliga var Klaksvík ikki ein bygd og ei heldur nakar býur, men nakrir býlingar, har landbúnaður var høvuðsálitið. Men tá fiskivinnan av álvara ger vart við seg seinast í 1800 og fyrst í 1900 talinum, er Klaksvík fyri stórum broytingum. Tá Klaksvík gerst sjálvstøðug kommuna í 1908, er fólkatalið umleið 700, í 1930 búgva 1.409 fólk í Klaksvík, og í 1970 er íbúgvaratalið heili 4.266 fólk – ein vøkstur, sum í høvuðsheitum stavar frá vinnulívsmonnum, ið taka stór tøk, serliga í fiskivinnuni. Ein teirra er J. F. Kjølbro, sum ivaleyst er ein av størstu vinnulívsmonnum, ið hava verið í Føroyum.
Kjølbro varð føddur í Gerðum í Klaksvík í 1887. Upprunaliga ætlaði Kjølbro sær á læraraskúla, men ístaðin fer hann, 15 ára gamal, í starv í handlinum hjá Faktor Djurhuus, sum er í bygninginum, har Norðoya Fornminnasavn húsast í dag. Kjølbro setur av álvara føtir undir egið borð, tá hann og beiggin Dávur úr Gerðum í 1913 keypa sluppina Solo Deo Gloria, og nú eru lunnar av álvara lagdar undir fyritøkuna J. F. Kjølbro, sum – tá hon var í hæddini, telur omanfyri 1.000 starvsfólk, útróðrarbátar, línuskip, trolarar, farmaskip, ferðamannaskip, fiskavirkir, her metikkvirki, fiskamjølsvirki, sleipistøð, skipasmiðju, jarnsmiðju, spinnarí, vaskarí, heilsølu, timburhandil, matvøruhandil, búnýtishandil og klædnahandil.
Virkisfýsni og hugflog seta framvegis stóran dám á vinnulívið í Klaksvík, ikki minst í fiskivinnuni, sum framvegis hevur stóran týdning fyri Klaksvík og føroyska samfelagið. Og tað er neyvan av tilvild, at Klaksvík verður roknaður sum fiskivinnuhøvuðstaður í Føroyum
Klaksvíkar kommuna hevur ment seg til at verða miðdepil í Norðoyggjum og størsti fiskivinnubýur í landinum. Men søgan hjá bygdini gongur nógv longur aftur í tíðina. Brot úr eldru søgu Klaksvíkar eftir Hans Andrias Sølvará, søgufrøðing, kann lesast her.
Í dag fevnir Klaksvíkar kommuna eisini um Svínoy, Trøllanes, Mikladalur, Húsar, Syðradalur, Árnafjørður, Ánirnar og Norðoyri. 1. Januar 2024 var íbúgvartalið í kommununi var á leið 5.476., umframt at kommunan samstarvar við hinar kommunurnar í Norðoyggjum um fleiri málsøki.