Tað er Petur Zachariassen, Tórshavn, sum hevur teknað býarmerkið hjá Klaksvíkar kommunu. Hann vann búmerkjakappingina um búmerkið fyrst í 70'unum.
Hugskotið til búmerkið er lutvíst kveikt av búmerkinum hjá J. F. Kjølbro, eini fyritøku, sum hevði stóran týdning fyri Klaksvík. Kunoyggin og víkin skulu ímynda fiskin, sum hevur verið høvuðsinntøkukeldan í Klaksvík í mong ár. Tann søguligi parturin er lýstur við neystinum og tann vinnuliga framgongdin við bryggjunum. Býarmerkið er búmerkið hjá Klaksvíkar kommunu og verður brúkt í marknaðarføring av kommununi.
Heinta búmerki
Niðanfyri kann búmerki heintast í PNG og SVG (vector).
Standandi
Búmerki standandi í litum:
Búmerki standandi í svørtum:
Búmerki standandi í hvítum:
Liggjandi
Búmerki liggjandi í litum:
Búmerki liggjandi í svørtum:
Búmerki liggjandi í hvítum:
Allar útgávur
Heinta allar útgávur: