Nýggir borgarar
Vælkomin til Klaksvíkar kommunu
Klaksvíkar kommuna er Føroya næststørsta og fevnir um Klaksvík og bygdirnar Ánir, Árnafjørð, Húsar, Mikladal, Norðoyri, Strond, Svínoy, Syðradal og Trøllanes. Tilsamans er fólkatalið í Klaksvíkar kommunu nakað omanfyri 5.400.
Sum nýggjur borgari eru nógv praktisk viðurskifti at minnast til. Niðanfyri er vegleðing til nøkur teirra, umframt kunning um upplatingartíðir o.a.
Skráset flyting
Flyting skal skrásetast í kommununi, sum borgarin flytir til. Flytir tú til Klaksvíkar kommunu, fer hetta fram í fólkayvirlitinum í Miðlan ella á sjálvgreiðsluni(Vanganum). Her kanst tú eisini fáa svar uppá spurningar viðvíkjandi flyting, umsóknum, valrætti o.s.fr. Minst eisini til at melda flytingina til aðrar stovnar, sum til dømis peningastovn, tryggingarfelag, tannlækna, telefonfelag, SEV, Posta o.s.fr.
Vel lækna
Tá ið tín flyting til Klaksvíkar kommunu er skrásett, fært tú bræv frá Heilsutrygd viðvíkjandi val av kommunulækna. Læknamiðstøðin í Klaksvík hevur tríggjar kommunulæknar, og tú kanst bíleggja tíð og endurnýggja reseptir umvegis heimasíðuna hjá Læknamiðstøðini.
Eisini ber til at bíleggja tíð umvegis telefonina, og telefontíð er hvønn gerandisdag kl. 8-11.
Læknamiðstøðin í Klaksvík heldur til í miðbýnum og hevur tlf: 663300.
Dagstovnapláss
Hevur tú ætlanir um at flyta til Klaksvíkar kommunu, ber til at søkja um dagstovnapláss í fyrsta lagi seks mánaðar áðrenn flyting. Umsókn til dagstovnapláss er tøk í sjálvgreiðsluni, og meira kunning um dagstovnar, foreldragjøld og frípláss er at finna her.
Bygging
Kunna teg um grundstykkir, byggisamtyktir, mannagongdir og møguleikar innan bygging og bústað her.