Mentan og frítíð

Mentan og frítíð

Tað er týdningarmikið at skapa karmar, ið vit sum borgarar kunnu troyta og njóta eftir loknan arbeiðsdag og í okkara frítíð, sum alsamt økist og tí fær ein alt størri týdning fyri trivnað okkara. Eitt ríkt mentanar-, ítróttar- og frítíðarlív er sunt fyri bæði sál og likam, og er við til at økja um trivnaðin í kommununi.
 
Í vinstra bredda finnur tú eitt yvirlit yvir kommunalar stovnar og frítíðarfeløg í Klaksvíkar kommunu.

Skúlarnir í Klaksvík eru fleiri (settir í bókstavarøð): Handarbeiðsskúlin, Húsarhaldsskúlin, Kl. HF-skeið, Kl. Kvøld- og Ungdómsskúli, Kl. Sjómansskúli, Tekniski Skúlin, Tónlistaskúlin og Trygdarmiðstøðin.

Innan tað mentanarliga eru feløg m.a. innan dans, sjónleik, list, heimavirking, fornminni og sjómansskap. Umframt bygdafeløg eru her frítíðarfeløg so sum fotofelag og RC-felag.

Virkna ítróttarlívið í kommununi sæst eisini aftur í stóra talinum av ítróttarfeløgum innan fótbólt, hondbólt, flogbólt, svimjing, badminton, talv, bridge, fimleik, kappróður og frælsan ítrótt.

Harumframt eru kirkjur og samkomur.