Húsið
Húsið
Húsið er í gerandisdegnum karmur um frítiðarvirksemi hjá børnum frá 3. flokki og til og við 18 ár. Vit húsast á Bøgøtu 5 seinnapartar og í Dávavirkinum um kvøldið. Her hava vit tað stuttligt, hugnaligt og kanska læra vit eisini okkurt um hvønn annan og um verðina sum heild.
Her eru ikki nógvir reglar, men teir fáu, sum eru, ganga vit høgt uppi. Her fara vit væl við hvørjum øðrum, her nýta vit ikki rúsdrekka, og her stendur bannikrukkan frammi, um onkur skuldi verið so óheppin at sagt eitt banniorð.
Her er Húsið karmurin, starvsfólkini amboðini og børn og ung innihaldið. Her skapa vit saman, mennast saman og uppliva lívið saman.
Kunna teg nærri um tiltøk og virksemi í húsinum á heimasíðuni www.husid.fo.