Summarfestivalur
Summarfestivalur 9. til 11. august
Ferðslan kring miðbýarøkið verður umskipað í samband við Summarfestivalin. Fyrireikingarnar byrja mánadagin 5. august og ávirka ferðsluna alla vikuna. Ferðslan verður aftur sum vanligt mánamorgunin 12. august.
Millum Oman Eið og Fossagøtu: einvegis norðureftir - Frá Fossagøtu og norðureftir: ongin ferðsla frá mikumorgni 8. august kl. 6 til mánamorgunin 12. august.
Millum Fossagøtu og Oman Eið: einvegis suðureftir
Frá rundkoyringini til Jógvan Waagsteinsgøtu: ongin ferðsla frá mikumorgni 7. august kl. 6 til mánamorgunin 12. august
Millum Ziskagøtu og Gerðagøtu: einvegis suðureftir
Millum Vágstún og vegkrossin Uppsalagøta/Nýggivegur: ongin gjøgnumkoyring
Vegna ferðslubroytingarnar koyra Býarbussarnir hjá kommununi ikki í viku 32, t.v.s. frá mánadegnum 5. august. Koyrt verður aftur sum vanligt mánadagin 12. august.
Økini til húsvognar eru í samband við Summarfestivalin staðsett ymsastaðni í býnum.
Fyrispurningar um húsvognapláss og bátapláss, meðan festivalurin er, kunnu vendast til Visit Norðoy á Tingstøðini (Biskupsstøð). Visit Norðoy hevur telefon 45 69 39.
Kunning um Summarfestivalin
Onnur kunning í samband við festivalin, eitt nú um tjalding, skrá, armbond o.s.fr. er tøk á www.summarfestivalur.com
Klaksvíkar kommuna ynskir øllum ein góðan Summarfestival