Bókasavnið
Bókasavnið
Bókasavnið á Tingstøðini hevur 25.000 bøkur á føroyskum og donskum. Eitt savn við føroyskum dagbløðum frá 1900 til í dag, á mikrofilmi og pappíri er eisini á bókasavninum. Har er lesistova við teimum nýggjastu dagbløðunum og tíðarritunum.
Bókasavnið er opið fyri almenninginum allar gerandisdagar frá kl. 10 - 18, umframt leygardagar kl. 10 - 13. Tó er ikki opið leygardagar í juni, juli og august. Kunna teg nærri um tiltøk og annað á bókasavninum á heimasíðuni www.kb.fo.