Byggimálsviðgerð
Byggimálsviðgerð
Øll byggimál í Klaksvíkar kommunu verða viðgjørd á Teknisku deild og taka útgangsstøði í umsókn, fylgiskjølum og galdandi byggisamtykt. Loyvt er ikki at byrja bygging, fyrrenn umsóknin um byggiloyvi er gingin á møti.
Umsóknir um byggiloyvi skulu vera dagfestar, hava navn og bústað hjá umsøkjara og matrikulnummarið, har byggjast skal.
Neyðugt er eisini við tekningum, sum lýsa ta ætlaðu byggingina væl, tvs. flatumynd, framsíður, skurð, tilfarsval og onnur viðurskifti. Kunna teg um kravdu fylgiskjølini í vegleiðingini.
Gev gætur, at byggimál, har møgulig frávik eru frá byggisamtyktini, hava longri avgreiðslutíð enn vanlig byggimál.
Kommunan krevur gjald fyri málsviðgerð av byggimálum. Kostnaðurin er 5 kr. pr. m2 av nýtsluøki, kjallari ikki íroknaður. Gjald fyri íbinding í veg og kloakk til privat stykki er 100 kr. pr. m2 av stykkinum, um stykkið er í Klaksvík, á Norðoyri ella í Árnafirði, tó í mesta lagi kr. 50.000,- fyri stykkið. Gjald fyri íbinding í veg og kloakk fyri stykkir kr. 50,-/m2 fyri stykkir í Mikladali, Trøllanesi og Svínoy.
Er talan um kommunalt grundstykki, er gjald fyri veg og kloakk íroknað grundstykkjaprísin.