Byggisamtykt

Byggisamtyktin hjá Klaksvíkar kommunu er góðkend av Føroya landsstýri 17. september 2008 og byggir á býar­skipan­ar­lógina. Avrit av byggisamtyktini ligg­ur frammi í Miðlan.

Tekniska deild tekur sær av málum, sum viðvíkja bygging í samsvari við byggisam­tyktina, men tá byggjast skal í haga (uttangarðs - økispartur G) ella frammi við fjøru í D-økjum, skulu byggimyndugleiki og friðing­ar­­myndugleiki góðtaka ætlanina, eins og lands­verkfrøðingurin skal góðkenna ætlanina, tá bygt verður fram við landsveg.

Tann lokala friðingarnevndin er bert til­mælandi; tað er yvir­friðingarnevndin, sum hev­ur avgerðarrætt í tílíkum málum.

Dagførda byggisamtyktin er bólkað og tøk niðanfyri. Longur niðri finnur tú vegleiðing til lættasta hátt at finna samtyktina fyri rætta økið. Umframt at fylgja byggisamtyktini, skal øll bygging eisini fylgja føroysku bygningsreglugerðini.

Vegleiðing til røttu byggisamtyktina

Her er lættasti háttur hjá tær at finna byggisamtyktina fyri rætta økið.

1. Far inn á www.kortal.fo og finn staðið, sum tú vilt síggja byggisamtyktina fyri, á kortinum.

2. Vel "Lendisskipanir" í høgra bredda

3. Vel "Byggisamtyktir"

Nú sært tú litir og ásetingar leggja seg yvir kortið

4. Trýst á litaðu ásetingina fyri at síggja, hvør byggisamtykt er galdandi á júst hesum stað.