Galdandi byggisamtykt
Byggisamtykt
Almenna byggisamtyktin hjá Klaksvíkar kommunu er góðkend av Føroya landsstýri 17. september 2008 og byggir á býarskipanarlógina. Avrit av byggisamtyktini liggur frammi í Miðlan.
Í almenna ásetingartekstinum verða ásetingar og mannagongdir í samband við bygging lýstar, og í endamálstekstinum verða endamálini við ymsu økjunum lýst. Hesi skjøl, saman við ásetingum fyri ymsu økini, eru tøk í fílusavninum niðanfyri.
Tekniska deild tekur sær av málum, sum viðvíkja bygging í samsvari við byggisamtyktina, men tá byggjast skal í haga (uttangarðs - økispartur G) ella frammi við fjøru í D-økjum, skulu byggimyndugleiki og friðingarmyndugleiki góðtaka ætlanina, eins og landsverkfrøðingurin skal góðkenna ætlanina, tá bygt verður fram við landsveg.
Tann lokala friðingarnevndin er bert tilmælandi; tað er yvirfriðingarnevndin, sum hevur avgerðarrætt í tílíkum málum.
Dagførda byggisamtyktin er bólkað og tøk niðanfyri. Longur niðri finnur tú vegleiðing til lættasta hátt at finna samtyktina fyri rætta økið. Umframt at fylgja byggisamtyktini, skal øll bygging eisini fylgja føroysku bygningsreglugerðini.
Fílusavn:
- Endamálið við býarplaninum (146.85 KB)
- Almenni ásetingarteksturin (641.51 KB)
- Íbúðar- og blandað endamál: A1-32 (2.74 MB)
- Vinnuøkir: B1-B27 (2.34 MB)
- Almenn endamál: C2-C19 (18.60 MB)
- Grøn økir: D1-D41 (4.02 MB)
- Økisáseting fyri miðbýarøkið E1-E4 (503.75 KB)
- Húsa kommuna - byggisamtykt (5.01 MB)
Vegleiðing til røttu byggisamtyktina
Her er lættasti háttur hjá tær at finna byggisamtyktina fyri rætta økið.
1. Far inn á www.kortal.fo og finn staðið, sum tú vilt síggja byggisamtyktina fyri, á kortinum.
2. Vel "Lendisskipanir" í høgra bredda
3. Vel "Byggisamtyktir"
Nú sært tú litir og ásetingar leggja seg yvir kortið
4. Trýst á litaðu ásetingina fyri at síggja, hvør byggisamtykt er galdandi á júst hesum stað.