Bygging, sum ikki krevur byggiloyvi

Bygging, sum ikki krevur byggiloyvi
Sum kommunalur byggimyndugleiki kann Klaksvíkar kommuna gera reglur fyri smærri byggingar, soleiðis at hesar ikki krevja byggiloyvi, um bygt verður eftir reglunum.
Arbeiðini, sum síggjast í yvirlitinum niðanfyri, krevja sostatt ikki byggiloyvi, treytað av hesum viðurskiftum:
- at ásetingar í galdandi byggisamtyktum verða yvirhildnar
- at ásetingar í skeytinum verða yvirhildnar
- at ásetingar í Bygningskunngerðini (BK) verða yvirhildnar
Tann, sum byggir, hevur sjálv/ur ábyrgdina av, at allar ásetingar verða yvirhildnar. Eru ivamál ella spurningar, ber altíð til at venda sær til kommununa á tlf. 410000 ella við telduposti klaksvik@klaksvik.fo.
Yvirlit yvir arbeiði, sum ikki krevja byggiloyvi
1. Smáir bygningar upp til 10 m2, sum ikki eru upphitaðir, sum t.d. úthús, drívhús, hjallar og líknandi. Treytað av:
- at í mesta lagi eru 2 stk. tílíkir bygningar á matrikklinum tilsamans
- at áseting um mest loyvda ábygging verður yvirhildin
- at frástøðan til aðrar bygningar á sama matrikkli skal í minsta lagi vera 2,5 m. (BK kap. 2)
- at frástøðan til mark er minst 1 m.
- at bygt verður innanfyri galdandi byggilinjur til veg
- at hædd á útveggum ella tekju yvir planeringshædd kann í mesta lagi vera 2,5 m.
2. Broyting av innrætting í sethúsum, tvíhúsum og líknandi. Treytað av:
- at vatn og kloakk ikki er partur av broytingini
- at brunakrøvini (BK kap. 5) verða yvirhildin
- at broytingin ikki ávirkar berandi konstruktiónirnar (BK kap.)
3. Altanir upp til 5 m2 vídd. Treytað av:
- at altanin er 2,5 m frá marki (BK kap. 4) og (BK kap. 3)
4. Útskiftan av taki og útveggjaklæðing. Treytað av:
- at orkuparturin í BK verður yvirhildin (BK kap. 7)
5. Útskiftan av vindeygum, úthurðum, portrum v.m. Treytað av:
- at orkuparturin í BK verður yvirhildin (BK kap. 7)
- at kravið um bjargingarop (BO) verður yvirhildið (BK kap. 5)
6. Smáar antennur og parabolar upp til 1 m í diametur
7. Garðar við hædd upp til í mesta lagi 1,5 m, íroknað rekkverk
8. Hátún, lehegn, heitir pottar og líknandi
9. Brenniovnar. Treytað av:
- at Sløkkiliðið skal sýna brenniovnin, áðrenn hann verður tikin í brúk
10. Niðurtøka av bilhúsi, bilskýli, úthús og líknandi smærri bygningum við tilknýti til einbýlishús og frítíðarhús. Gev tó gætur, at:
- ásetingin fevnir ikki um innbygd bilhús, bilskýli og líknandi smærri bygningar
- um byggingin, sum skal takast niður, er friðað ella varðveitingarverd, krevst loyvi frá viðkomandi friðingarmyndugleikum