Grundstykki
Grundstykki
Til sethús
Kommunalu sethúsagrundstykkini verða boðin út eftir grundstykkjalistanum. Fyri at koma á grundstykkjalistan skalt tú senda inn umsóknarblaðið til grundstykkjalistan til Miðlan á Nólsoyar Pálsgøtu 32, ella sum teldupost til klaksvik@klaksvik.fo.
Upptøka á grundstykkjalistanum er harumframt treytað av ávísum viðurskiftum - eitt nú, at umsøkjarin er 18 ár ella eldri og ikki eigur grundstykki frammanundan. Samlaða reglugerðin fyri grundstykkjalistan stendur at lesa á umsóknarblaðnum.
Tøk grundstykki
- Kort yvir tøk grunøkir (1004.37 KB)
- Yvirlit yvir tøk grunøkir (89.49 KB)
Reglugerð fyri víðarisølu og innlating av grundstykkjum:
Klaksvíkar býráð samtykti á býráðsfundi 29. sep. 2022 nýggja reglugerð fyri víðarisølu av útgrivnum kommunalum gundstykkjum.
Nýggja reglugerðin merkir, at einans óútgrivin grundstykkir kunnu verða tikin inn og endurgjald latið. Er arbeiði framt á grundstykkinum, verður víst til reglugerð fyri víðarisølu av kommunalum grundstykkjum framyvir.
Í ávísum føri kann kommunan taka útgrivin grundstykkir inn aftur, men einans um kommunan hevur eina ítøkiliga ætlan við einum útgrivnum grundstykki, sum tað verður lýst í reglugerðini.