Grunnurin mentanartiltøk

Grunnurin mentanartiltøk
Freistin at søkja stuðul úr grunninum er mánadagin 24. mars 2025.
Tak niður og fyll út umsóknarblað: Grunnurin mentanartiltøk (pdf)
Reglugerð fyri grunnin
Grunnurin er ætlaður at stuðla mentanarligum tiltøkum í 2025 í Klaksvíkar kommunu, og fæið, sum er kr. 230.000,-, verður latið eftir niðanfyri standandi ásetingum:
- Mentanarnevndin játtar stuðulin eftir tilmæli frá Mentanardeildini.
- Lýst verður í bløðunum um, at møguleiki er at søkja stuðul, og at freistin at søkja er á 24. mars.
- Tiltøkini, sum stuðul verður latin til, skulu vera almannagagnlig, fjølbroytt og helst við nýhugsan á mentanar- økinum í víðari merking.
- Tiltøk, framførslur, framsýningar o.l. skulu vera í Klaksvíkar kommunu í 2025. Tó kunnu tey eisini vera aðra- staðir, um hildið verður, at tey promovera Klaksvíkar kommunu ella Norð- oyggjar.
- Í umsóknini um stuðul skal vera nágreinilig kunning um innihaldið og eisini eitt fíggjarligt yvirlit, sum greinar kostnaðin av tiltakinum. Kontaktpersónur og ábyrgdar- persónur/felag skal framganga.
- Tiltøk, ið hava egin- ella aðra fígging enn bert kommununnar, hava fyrimun í viðgerðini, um tey annars verða hildin egnað og áhugaverd.
- Meginreglan er, at stuðulin verður latin, tá ið tiltakið hevur verið.Sama verkætlan verður í mesta lagi játtaður stuðul til tvær ferðir.
- Tá ið tiltakið er av, skal frágreiðing og eftirmeting sendast kommununi.
Upplýsast skal í umsóknini
- Umsøkjari - navn
- Adressa
- Teldubústaður
- Dagfesting
- Kontaktpersónur/ábyrgdarpersónur
- Peningastovnur og konto at flyta stuðulin á
- Frágreiðing um tiltakið
- Nær tiltakið verður
- Hvar tiltakið verður