Heilsunevnd
Heilsunevndin
Heilsunevndin hevur beinleiðis eftirlitsábyrd av umhvørvisviðurskiftum. Samstundis hevur Heilsunevndin møguleika fyri at geva boð og seta í verk tiltøk til frama fyri betur heilsu- og umhvørvisviðurskiftum.
Avgerðir hjá Heilsunevndini um umhvørvisreglur kunnu kærast til Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og avgerðir hjá Heilsufrøðiligu Starvstovuni kunnu leggjast fyri Føroya Landsstýri til endaliga støðutakan.
Heilsufrøðiliga Starvstovan verður umhvørvisdirektorat og kemur at taka sær av umhvørvisgóðkenningum.
Borgarin hevur møguleika at kæra avgerðir um umhvørvisverndartreytir til Landsstýrið bæði kommunalt og landsumsitingarliga.