Klaksvíksgrunnurin
Klaksvíksgrunnurin
Tá ið Klaksvíkar Sjónvarpsfelag varð avtikið í 1987, varð peningaognin hjá felagnum sett í grunn, sum fekk navnið Klaksvíksgrunnurin, og hesin hevur til endamáls at stuðla vælgerandi tiltøkum í Klaksvík og Norðoyggjum innan mentan, upplýsing og annað.
Í nevndini fyri grunnin sita Atli S. Justinussen og Jógvan Skorheim umboðandi býráðið og Hansina Iversen, umboðandi Mentamálaráðið.
Soleiðis søkir tú stuðul
Freistin at søkja stuðul er 10. mars, og allar innkomnar umsóknir verða viðgjørdar á nevndarfundi sama mánað. Avgerandi fyri, hvørt stuðul verður latin ella ikki, eru viðtøkurnar, sum m.a. staðfesta, at stuðul í størst møguligan mun skal latast tiltøkum, sum eru “Klaksvík og Norðoyggjum til mennan og frama, tað verið seg mentunnarlig, sosial, upplýsandi og onnur tiltøk”.
Umsóknir til Klaksvíksgrunnin skulu sendast via hetta oyðublaðið, ella sum teldupostur til klaksviksgrunnurin@klaksvik.fo. Umsóknin skal innihalda hesar upplýsingar:
Umsøkjari
- Heitið á verkætlan/tiltaki
- Ábyrgdarpersónur/felag
- Navn, bústaður, samband, kontonummar og møguligt v-tal
- Aðrir luttakarar í verkætlanini
Verkætlanin/tiltakið
- Endamál
- Hvussu er tiltakið knýtt at endamálsgreinini í viðtøkum grunnsins
- Arbeiðsgongd – hvussu verður verkætlanin framd
- Staðseting og tíðarætlan
Fíggjarætlan fyri verkætlanina
- Útgreinað fíggjarætlan við bólkaðum útreiðslum og inntøkum
Aðrar viðkomandi upplýsingar og møgulig fylgiskjøl