Tíðindi

19.04.2018
Klaksvíkar kommuna slóðar fyri

Umhvørvisátakið Slóða fyri verður í Klaksvíkar Kommunu frá 6. – 10. mai.

Tað er Norðoya kunningarstova, ið samskipar árliga umhvørvisátakið hjá Klaksvíkar kommunu. Slóða fyri verður skipað eftir sama leisti, sum umhvørvisvikan higartil, og eitt nú eru ruddingardagar framvegis ein inngrógvin partur av skránni.  

Endamálið við Slóða fyri er at kveikja áhugan hjá borgarum og fyritøkum í kommununi at ganga á odda í spurningum um umhvørvisvernd og í hvør sínum lag at slóða fyri. Høvuðsevnið í ár er vit og skil. Skipað verður fyri ymiskum tiltøkum, sum varpa ljós á burturkast sum eitt tilfeingi, ið kann gagnnýtast enn betur, um vit minnast til at skilja tað.

Nærri kunning um átakið og skrá kemur seinni. Øll, ið ynskja at fáa eitthvørt á skrá, eru vælkomin at venda sær til fyriskipararnar.

Samband
Annika S. Biskopstø / 21 90 11 / annikabiskopsto@gmail.com

Gunnhild Dahl Niclasen / 28 28 78 / gunnhilddahl@gmail.com 

Onnur tíðindi
01.05.2024

Virkin spurnarkapping

01.05.2024

Byggisamtyktarbroyting fyri E5 (miðstaðarøkið)

30.04.2024

Ferðslan 4. mai

30.04.2024

Námsfrøð­ingur til vøggustovuna Lítlabjørn