Tíðindi

01.12.2017
Ferðslubroyting í samband við Norðurjól

Í morgin verður árliga jólatiltakið Norðurjól í Vágstúni, og í hesum sambandi verður vegurin gjøgnum Vágstún stongdur fyri gjøgnumkoyring.

Ferðslubroytingin sæst á myndini - vegurin verður stongdur fyri gjøgnumkoyring í dag, fríggjadag 1. desember kl.13 til í annaðkvøld, leygarkvøldið 2. desember kl. 22.00.

Tað er aftur í ár Kunningarstovan, sum vegna Klaksvíkar kommunu skipar fyri Norðurjól, og á skránni verða eitt nú sølubásar, piparkøkuhúsakapping og undirhald á pallinum. Harumframt verður jólatræið í Vágstúni tendrað, og í hesum sambandi heldur Andras Sólstein røðu, umframt at Klaksvíkar hornorkestur spælir.

Norðurjól byrjar kl.13 í morgin, leygardagin 2. desember.

Onnur tíðindi
01.05.2024

Virkin spurnarkapping

01.05.2024

Byggisamtyktarbroyting fyri E5 (miðstaðarøkið)

30.04.2024

Ferðslan 4. mai

30.04.2024

Námsfrøð­ingur til vøggustovuna Lítlabjørn