Nýggjastu tíðindi

28/11/2017

Norðurjól, jólatrø og ferðslan komandi vikuskiftið


Dagføring: Jólatrøini í bygdunum verða tendrað í viku 49.

Leygardagin er Norðurjól á skránni í Vágstúni, har jólatræið eisini verður tendrað. Her kanst tú lesa meira um skránna leygardagin, hini jólatrøini í kommununi og ferðslubroytingar í samband við Norðurjól.

Aftur í ár bjóðar Klaksvíkar kommuna øllum til stóra ókeypis tiltakið Norðurjól, sum Visit Norðoy samskipar fyri kommununa. Pallur og tjøld verða sett upp á økinum, har møguleiki verður at hoyra livandi jólatónleik, og at vitja sølubásarnar, sum í ár eru á tremur við føroyskum rávørum og føroyskum sniðhondverki. Eisini verður heit suppa, gløgg o.a. til keyps.

Ferðslubroytingar
Í samband við tiltakið verður Vágstún stongt fyri gjøgnumkoyring frá fríggjadegnum 1. desember kl. 13.00 til leygardagin 2. desember kl. 22.00. Broytingin sæst á myndini niðanfyri.

Visit Norðoy samskipar tiltakið fyri Klaksvíkar kommunu, og vegleiðandi skelti verða sett upp í økinum.

Jólatrøini í kommununi

Jólatræið í Vágstúni verður tendrað leygardagin 2. desember kl. 15.30.

Andras Sólstein, savnsleiðari heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir.

Jólatræið í Ánunum verður tendrað mikukvøldið 6. desember kl. 17.00
Ove Frederiksen, stýrimaður heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir

Jólatræið á Norðoyri verður tendrað mikukvøldið 6. desembur kl. 19.00
Røða verður hildin – ein Kaffimunnur er at fá, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir


Kalsoy

Jólatræið á Trøllanesi verður tendrað hóskvøldið 7. desember kl. 18.00
Jólatræið í Mikladali verður tendrað hóskvøldið 7. desember kl. 19.00
Jólatræið á Húsum verður tendrað hóskvøldið 7. desember kl. 20.00
Jólatræið á Syðradali verður tendrað hóskvøldið 7. desember kl. 20.30
Markus í Norðnastovu, bóndi heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir

Sam siglir í hesum sambandi av Klaksvík kl. 17.15 og av Syðradali kl. 21.30 – bussur er við í ferðini.

Svínoy

Jólatræið í Svínoy verður tendrað leygardagin 9. desember kl. 16.00
Poul Sivar Olsen heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir

Ritan fer av Hvannasundi kl. 14.45, og Ritan siglir leiguferð úr Svínoy kl. 17.30

Nýtt í kommununi

Fíggjarligt frípláss: her eru umsóknarfreistirnar
25/05/2018

Foreldur, ið lúka ásettu treytirnar, kunnu søkja um fíggjarligt frípláss á kommunalu dagstovnunum og í dagrøktaskipanini. Les meira »

Trivnaðarnevndin á vitjanarrundferð
24/05/2018

Beinta Klakstein, Signhild V. Johannesen, Tummas Lervig, Herfrí J. Sørensen og Beinir Johannesen, øll limir í Trivnaðarnevndini bø… Les meira »

Skrúvað er fyri vatninum til Edmundstrøð, Ánirnar og Strond
24/05/2018

Arbeitt verður við vatnveitingini til Edmundstrøð, Ánirnar og Strond frá kl. 8 og inntil arbeiðið er liðugt. Les meira »

Vís fleiri