Tíðindi
23.04.2024
Flaggdagshald í Vágstúni
Hósdagin 25. apríl, flaggdagin, skipa skótarnir fyri flaggdagshaldi í Vágstúni.
Skrúðgonga við Klaksvíkar Hornorkestri og skótum fer frá Blikksmiðuni kl. 14 heim í Vágstún, har Ragnhild Ellingsgaard, lærari, flytir fram røðu. Klaksvíkar Hornorkestur spælir nøkur løg og flaggsangurin verður sungin. Um ikki viðrar, verður haldið í Skúlatrøð.
Aftaná haldið bjóða Grønu skótarnir øllum í KFUM & K til ein drekkamunn, har eisini verður skipað fyri tombola.
Vegna fyriskipararnir
Skótalið Nólsoyar Pálls &
KFUM & KFUK skótarnir
Onnur tíðindi
01.05.2024
Virkin spurnarkapping
01.05.2024
Byggisamtyktarbroyting fyri E5 (miðstaðarøkið)
30.04.2024
Ferðslan 4. mai
30.04.2024