Tíðindi

29.04.2024
Hugnakvøld í Amarant í samband við Virkið vár

Hvussu komi eg í gongd við okkurt, sum eg ongantíð havi roynt áður? Tað er ein av spurningunum, sum vit fáa nøkur boð uppá, tá ið skipað verður fyri hugnakvøldi um dypping.

Umframt at hoyra royndu dyppararnar Jóhannu Johannesen, Astu Poulsen og Marjun Eltør Peteren greiða frá, so fer Jóhanna á Tjaldrafløtti eisini at koma við nøkrum góðum ráðum um, hvussu vit kunnu fáa nýggjar góðar vanar.

Dania O. Tausen fer at spæla nøkur løg, og bjóðað verður eitt leskiligt ábit frá Amarant.

Fyrr í ár vann Dania O. Tausen “Ársins útgávu” fyri tónleikaútgávuna "ja/nei - og restin av vikuni", so lagt verður upp til ein hugnaligt kvøld, sum kanska gevur onkrum óroyndum dyppara hug at fara oman í Borðoyarvík at dyppa aftaná tiltakið.

Tiltakið byrjar kl. 20.00, og kostar 150 kr. Keyp atgongumerki her: https://klaksvik.atgongumerki.fo/?eventId=2502825 

Onnur tíðindi
16.05.2024

Endur­nýtslan tekur fyribils ikki ímóti lutum til Dugna

15.05.2024

Broyting í ferðaætlan­ini hjá leið 2

15.05.2024

Soleiðis rakar verkfallið

15.05.2024

Eyka býráðsfundur 16. mai 2024