Tíðindi
06.05.2024
Hugnaligur garðdagur í Baldursbrá
Hósdagin skipaði foreldraráði í Baldursbrá, saman við starvsfólkunum, fyri einum garðdegi.
Tiltakið bleiv skipað í samband við Virkið Vár vikuna. Børn, foreldur, systkin, ommur og abbar vóru virkin, saman og hugbundin.
Alt bleiv ruddað, feiða, øll bedini lúkað og eplaveltan saksað. Eisini bleiv málað, havamøblar gjørdir í stand og ymskt bleiv eisini plantað.
Starvsfólkini tóku sær av at grilla pylsur og servera kaffi/te og saft. Ein sera væl eydnaður og hugnaligur garðdagur.
Onnur tíðindi
17.05.2024
Boða frá tiltøkum til norðoyastevnuskránna
16.05.2024
Endurnýtslan tekur fyribils ikki ímóti lutum til Dugna
15.05.2024
Broyting í ferðaætlanini hjá leið 2
15.05.2024