Tíðindi

07.05.2024
Ein virkin vika farin aftur um bak

Tiltøkini í Virkið vár vikuni vórðu sera væl vitjaði. Leygardagin ognaðu 250 húskir sær eitt træ frá býargartnaranum og fleiri enn 500 børn royndu nýggja stigabilin hjá Sløkkiliðnum, tá skipað varð fyri ymiskum tiltøkum í býnum í samband við hálvmaraton hjá Treysti.

Alla vikuna var veðrið var av tí fagrasta, og møguleikarnir fyri at vera virkin, saman og hugbundin vóru fjølbroyttir, kanska einamest av, at samstørvini ár eftir ár økjast.

Stovnar, áhugafeløg, fyritøkur, ítróttafeløg og einstaklingur síggja tíbetur stórt virðið í at gera okkurt munagott fyri sálarligu heilsuna hjá okkara borgarum, tí uttan hesi samstørv hevði tað verið torført at gjørt eina áhugaverda skrá.

Onkuntíð verður ivamál sett við, hvørt tað er neyðugt at seta hetta á breddan, tí í gerandisdegnum eru fólk í stóran virkin, saman og hugbundin. Men at leggja til merkis hvat samvera ger, tá ið vit eru saman, virkin og hugbundin, hugsa vit kanska minni um. Virkið vár vikan er tí eitt upplagt høvi at merkja eftir, hvat slag av samveru og virksemi gagnar heilsuni. Fyri nøkur er tørvur á, at leggja størri dent á at vera hugbundin, onnur hava tørv á onkrum nýggjum felagsskapi, og upp aftur onnur hava tørv á, at vera meira virkin. At gerast tilvitaður um, hvør tørvurin er, kann bæði betra og stuðla undir eina góða sálarliga heilsu.

Takk fyri, øll tit sum hava stuðlað undir hetta góða átak.

Onnur tíðindi
17.05.2024

Boða frá tiltøkum til norð­oyastevnuskránna

16.05.2024

Endur­nýtslan tekur fyribils ikki ímóti lutum til Dugna

15.05.2024

Broyting í ferðaætlan­ini hjá leið 2

15.05.2024

Soleiðis rakar verkfallið