Tíðindi

15.07.2024
Stangavegurin stongdur

Arbeiðið, sum hevur verið á stangavegnum, er nú komið hartil, at seinasta lagi av asfalti skal leggjast á. Í hesum sambandi verður partur av stangavegum stongdur fyri allari ferðslu frá kl. 18.00 í kvøld til kl 06.00 í morginárini. 

Tað merkir, at ferðslan suðureftir verður skipað eftir Heygavegi/Garðavegi og ferðslan norðureftir skipað eftir Kjalarvegi/Kráargøtu. 

Tá ið arbeiðið er liðugt, verður aftur koyrandi á Stangavegum. 

Onnur tíðindi
15.07.2024

Áminning! Hegn og garðar skulu vera í seyðahøgum standi

12.07.2024

Ferðslu­kunning í samband við bátatreff

12.07.2024

Foreldragjald verður endur­rindað