Tíðindi

20.01.2018
Klaksvík og Taiji vinarbýir

Jógvan Skorheim og Kazutaka Sangen, borgarstjórar í ávíkavist Klaksvík og Taiji, skrivaðu í gjár undir vinarbýaravtalu millum kommunurnar báðar.

Borgarstjóri Kazutaka Sangen og fylgi hansara úr Taiji vitjaðu í Klaksvík, har teir fingu rundvísing á Føroya Bjór og á nýggju smoltstøðini hjá Bakkafrosti á Strond. Um kvøldið var døgurði fyri gestunum, limunum í Klaksvíkar býráð og øðrum gestum, og tá varð avtalan um vinarbýarsamstarv undirskrivað. 

Avtalan millum Klaksvík og Taiji fevnir um eitt vinarbýarsamstarv, har partarnir báðir, við útgangsstøði í felags áhugamálum, ynskja at samstarv um ymisk mál innan eitt nú vinnu, mentan og útbúgving.

Japanska ferðalagið byrjar ferðina heim til Taiji úr Vágum í dag.

 

 

Onnur tíðindi
01.05.2024

Virkin spurnarkapping

01.05.2024

Byggisamtyktarbroyting fyri E5 (miðstaðarøkið)

30.04.2024

Ferðslan 4. mai

30.04.2024

Námsfrøð­ingur til vøggustovuna Lítlabjørn