Nýggjastu tíðindi

  • Bjørn og Kjartan Simonsen, seljarar saman við borgarstjóranum og Bjarna Nielsen, sum koyrir serflutningsbussin
07/02/2018

Nýggi serflutningsbussurin komin


Í gjár kom nýkeypti serflutningsbussurin til Klaksvíkar og gamli bussurin verður skiftur út ein av komandi døgunum.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri og stýrisformaður í Norðoya bú- og heimatænastu var skjótur niðan til Kjartan Simonsen í Klingrugarði, tá boðini frættust, at nýggi serflutningsbussurin var komin til býin í gjár. Býráðið samtykti í oktober at keypa nýggjan serflutningsbuss, og í gjár kom nýggja akfarið til Klaksvíkar úr Danmark, har bussurin hevur tænt sum framsýningarbussur hjá framleiðaranum.

Talan er um ein buss av slagnum MAN við 12 setrum og allari eykaútgerð, sum tørvur er á. Hann hevur fjølbroyttar nýtslumøguleikar og er rúmligur við setrum og pláss fyri koyristólum.

- Gamli serflutningsbussurin hevur tænt væl og virðiliga fyri seg, og við nýggja bussinum tryggja vit brúkarunum av serflutningstænastuni eina góða, høgliga og ómakaleysa tænastu, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

Bjarni Nielsen, bussførari greiðir frá, at serflutningsbussurin koyrir aftur og fram við nógvum brúkarum hvønn einasta dag, og at brúkarar fevna um allar aldursbólkar, tí NBH ger eisini brúk av tænastuni, sum kommunan veitir og bjóðar út.

Nú verður bussurin gjørdur klárur til nýtslu, eitt nú við áseting av búmerki og øðrum, og um fáar dagar fer hann í tænastu, vónandi til gleði og nøgdsemi hjá mongu brúkarunum av serflutningstænastuni.

Nýtt í kommununi

Vinnuøkið á Borðoyarvík: J&K Petersen vann útboðið
25/05/2018

Tilboðini um arbeiðstøku í samband við nýggja vinnuøkið á Borðoyarvík vórðu latin upp í dag. Les meira »

Ung í arbeiði: samrøður verða hildnar í komandi viku
25/05/2018

Endaliga tilmeldingin til Ung í arbeiði er í ár treytað av, at ungi arbeiðstakarin møtir upp til samrøðu í Verkstovuni í døgunum… Les meira »

Fíggjarligt frípláss: her eru umsóknarfreistirnar
25/05/2018

Foreldur, ið lúka ásettu treytirnar, kunnu søkja um fíggjarligt frípláss á kommunalu dagstovnunum og í dagrøktaskipanini. Les meira »

Vís fleiri