Norðurljós

Norðurljós
Norðurljós er tiltak, har ljós verður varpað á list og mentan í Klaksvíkar kommunu. Tiltakið hevur verið skipað við ymiskum innihaldi frá ár til ár.
Hæddarpunktið hevur tó øll árini verið handanin av Listarvirðisløn Nólsoyar Páls, sum er virðisløn á 75.000 kr til eitt lokalt listafólk, sum á ein hvønn hátt skarar framúr.
Listavirðisløn Nólsoyar Páls er higartil latin:
2013: Hanus G. Johansen
2014: Edward Fuglø
2015: Eyð Matras
2018: Steintór Rasmussen
2019: Archibald Black
Listavirðisløn Nólsoyar Páls
Listavirðisløn Nólsoyar Páls er virðisløn, ið verður latin einum ella fleiri persónum, sum eru virknir og hava framt dygdargóð avrik innan list í Norðoyggjum.



