Slóða fyri
Slóða fyri í Klaksvíkar kommunu
Umhvørvisátak frá 12. – 19. september.
Soleiðis tekur tú lut:
1. Tú ruddar í ein dag ella fleiri av døgunum frá 12. – 19. september
2. Tú vigar ruskið ella metir um vektina og
3. Tú skrásetir nøgdina av burturkasti her: https://ruddaforoyar.fo/skraset-innsamling
Rusksekkir kunnu heintast í Miðluni allar yrkadagar frá 10.– 16. sept frá kl 10.00 – 16.00.
Endamálið er at varpa ljós á umhvørvisdálking í tí stóra og smáa og næra og fjara.
Vinarliga boða frá luttøku við at skriva til fyriskipararnar innan 9. sept. Tá greitt er hvussu undirtøkan verður, fara vit út við einum almennum tíðindaskrivi og varpa ljós á evnið og vísa á (um ynski er um tað), hvørjir aktørar og stovnar eru við í Klaksvíkar Kommunu.
Tað eru Gunnhild Dahl Niclasen og Annika S. Biskopstø, ið samskipa árliga umhvørvisátakið hjá Klaksvíkar kommunu, sum í 2017 fekk heitið Slóða fyri. Endamálið við Slóða fyri er at kveikja áhugan hjá borgarum og fyritøkum í kommununi at ganga á odda í spurningum um umhvørvisvernd og í hvør sínum lag at slóða fyri.
Samband
Annika S. Biskopstø / 21 90 11 / annikabiskopsto@gmail.com
Gunnhild Dahl Niclasen / 28 28 78 / gunnhilddahl@gmail.com