Sløkkiliðið
Klaksvíkar Sløkkilið
Klaksvíkar Sløkkilið varð sett á stovn á kommunustýrisfundi tann 18. september 1950.
Sambært viðtøkunum fyri sløkkiliðið er endamálið hjá sløkkiliðnum at útinna sløkkiarbeiði í Klaksvíkar Kommunu og bjargingararbeiði í hesum sambandi.
Býráðið kann gera avtalur við aðrar kommunur eldsløkkiarbeiðinum viðvíkjandi.
Vegna býráðið er leiðslan av eldsløkkingini í kommununi í hondunum á Brunanevndini, hvørs limir eru:
- borgarstjórin, sum er formaður í nevndini
- sýslumaðurin
- sløkkiliðsleiðarin
- 2 limir, sum verða valdir av býráðnum áftaná hvørt býráðsval, og skal í minsta lagi annar av hesum vera býráðslimur.
- tekniska umsiting letur skrivara til nevndina
Sløkkiliðsleiðarin og sløkkiliðsfólkið verður sett av býráðnum eftir tilmæli frá Brunanevndini.