Søgan
Søga
Stovnað 1950.
Eitt sindur um søguna aftanfyri liðið!
18 september 1950 var Klaksvíkar Sløkkilið stovnað á kommunustýrisfundi, sum var heitið á Býráðnum tá. Orsøkin var, at menn vóru á einum málið um, at neyðugt var við meira skipaðum viðurskiftum í samband við eldsbrunar og onnur óhapp, sum henda kundu.
Fyrsta pumpan, sum var keypt, var ein stór pumpa sum stóð á hjólum (merkið ókent). Hon var goymd í kjallaranum á gamla mjólkavirkinum úti á kajini. Nakrir mans vóru valdir til at umsita hetta arbeiðið, og var Johan Petersen (Skard) formaður.
Hendan pumpan var sera óhandug, tí kommunan ongan bil hevði,- ætlaður til hesa uppgávuna.
Í 50 unum, vóru 2 smærri enskar "Briggs & Stratton" pumpur fingnar til vega,- hesar vóru goymdar í kjallaranum í fimleikarahøll skúlans.
Seinni vórðu nøkur amboð keypt aftrat,- so sum maskur - eldsløkkjarar oa. Hetta varð goymt í "Innistovu" í Vágstúni, sum lá meira centralt - hóast tað sjáldan Thorsteinsson leiðari fyri sløkkiliðið. Hetta akfarið var álitið hjá liðnum líka til 1974. Tá fekk liðið ein VW fólkavogn. Hesin var útgjørdur við lítlari lágtrýstpumpu og glasfiburtanga sum tók 450 litrar av vatni. Hann hevði 2 stigar á tekjuni, og virkaði harumframt "sum eitt slagav slangutendara" umframt at flyta fólkið við. Seinni var glasfiburtangin tikin úr bilinum, og tríggjar "Mini 1" og "Mini"2 pumpur vóru settar í bilin, incl súgvuslangur og tað sum hartil hoyrir. Hesar pumpurnar vóru leysar pumpur,- serliga vælegnaðar til at flyta umborð á bátar td. Tá hetta var neyðugt.
1986 fór Petur Ove frá, og Steinmund Klakkstein var settur sum leiðari. Hetta árið fekk liðið 1 nýtt útrykningsakfar afturat - tað var ein Mercedes 1120.
Akfarið hevur 2000 litrar av vatni,- há og lágtrýstpumpu, klippiamboð, umframt 4 roykkavarasett við nýmótans radiokommunikatión, soleiðis at "Leiðarin" altíð hevur samband við roykkavararnar ímeðan teir arbeiða inni í roykinum. Akfarið hevur alla nýmótans útgerð sum eitt slíkt eigur at hava ídag, umframt stóra kabinu til fólkið.
Í 1987 fekk liðið enn eitt akfar, hetta var ein "Nissan Patrol". Hetta akfarið verður nýtt til froskmennirnar og útgerð teirra.
Klaksvíkar Sløkkilið fekk Fire FLIR Frá Norðoya sparikassa
1990 fór Steinmund frá. Í hansara stað var Kári Kjelnæs settur sum leiðari. Liðið vaks nú frá 12 monnum til 16 menn,-- tí hildið var, at neyðugt var at hava froskmenn í liðnum, til vanlukkur á sjónum. "Liðið eigur froskmannabúnar og fløskur".
Nú vit skriva ár 2001, hevur liðið fingið enn eitt útrykningsakfar, tað er ein VW fólkavognur, langur og høgur. Hann hevur 120 Hk bensinmotor og er serliga ætlaður "Stormskaðar".
Ì hesum bilinum eru, "Froskmannaamboð" Stigi - El-aggregat - 2dykpumpur -2 bensin drivnar pumpur av merkinum "Honda" - borimaskinur - El-sagir og øll neyðug amboð, at nýta í smb, við stormskaðar.
Sløkkiliðið í Klaksvík er tað fyrsta, at fáa tað framkomnu útgerðina, sum kallast "Fire FLIR"
Fire FLIR er eitt varmasøkjandi tól, sum ger tað møguligt at síggja har tað er myrkt og nógvur roykur. Tólið hevur ein fínleika uppa 0.15 gradir tað vil siga at alt, sum víkir frá umhvørvinum við 0.15 gradum, verður uppfangað av tólinum.
Fire FLIR kann eisini brúkast til at leita eftir fólkið, hetta verður seg um tað er inni í einum roykfyltum húsum har eldur er í ella tað er úti í náttúruni og ger tað ta sama um tað er myrkt ella ljóst. Fire FLIR er eitt sera kostnarmikið tól, prísurin er umleið 160.000.- og bleiv hetta goldið av Norðoya sparikassa.
Sløkkiliðsmanningin er sera taksom fyri gávuna frá sparikassanum. Tað var bara Norðoya Sparikassi, sum vildi stulað tólinum.
Sløkkiliðið fingið Nýggjan Sløkkibil.
Kommunan hevur keypt ein nýggjan bil frá Autokaross í Svøríki, hesin bilur er líka sum "Mercedes" men av slagnum Scania 114 G. 340 HK. Bilurin sum tann einasti sløkkiliðsbilur í Føroyum hevur pumpuna ábygda í miðuni á bilinum, hetta ger at meira pláss verður í skápunum, eins at pumpan heldur nógv minni larm. Bilurin hevur automatisk gear, 5 metur høga ljósmastur, hann er allur uppbygdur í aluminium.
Manningin Hjá Klaksvíkar Sløkkiliðið.
Allir sløkkiliðsmenninir hava radiopippara í lummanum, og fáa beinleiðis boð frá 1 1 2, um hvat er hent og hvar, fyri at hoyra eitt slíkt útkall kanst tú. Leiðarin gevur altíð "returmelding" til 1 1 2, um at neyðsynjarboð ella roynd er móttikin, hetta verður gjørt yvir "Hondsendaran". Leiðarin kann eisini fáa fatur í fólkinum via "Hondsendaran" sum hann altíð hevur hjá sær,- hann kann pippað allar út ísenn,ella hvønn einstakan sær,- alt eftir hvør tørvurin er. Pippast kann eisini út frá Sløkkiliðsstøðini.
Eisini kann "Leiðarin" yvir telefonina seta "Brunalúðurin ígongd" um radiokommunikatiónin skuldi svikið. "Lúðurin stendur á tekjuni á sløkkiliðsstøðini, og verður royndarkoyrdur hvønn leygardag Kl 12.00".(Royndarkoyring ca 5 sekund ) "Eldsbruni 1 minuttur".
Eldsbrunar fyrst og fremst sjálvandi, - ferðsluvanlukkur - vanlukkur á sjónum - stormskaðar - fyribyrging av skaðum - leiting eftir horvnum fólkið, smb áheitan frá Løgregluni,- osv, m.a hevur leiðarin og varaleiðarin undirvíst fólkið í "elementær brandbekæmpelse" á Húsarhald Skúla Føroya - á Norðoya Røktarheimið - á Kl Sjúkrahúsið og í skúlunum. Sløkkiliðsstøðin fær javnan vitjan av skúlum - barnagørðum o ø, sum vera kunnaði um støðina - hvat amboðini vera nýtt til - eitt sindur av frálæru - ein leskidrykk og ein túr við akførunum. Afturfyri skriva tey í gestabókina.