Tilboð um summaransing
Summaransing 2024
Fyri at kenna veruliga tørvin, ynskir kommunan at foreldur boða frá, hvønn tørv tey hava á einum dagstovnaplássi í summar, soleiðis at hetta samsvarar við verðuliga tørvin. Foreldur verða tí biðin um at boða frá her á síðuni. Fráboðanin skal vera Klaksvíkar Kommunu í hendi í seinasta lagi mikudagin 8. mai 2024.