Praktisk kunning

Praktisk kunning
Plássini á dagstovnum, dagrøktarskipanini og frítíðarskúlanum hjá Klaksvíkar kommunu verða umsitin eftir reglugerðini hjá Klaksvíkar Býráð og galdandi løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt. Innihaldið á stovnunum fylgir galdandi kunngerð um virksemi o.a. á dagstovnum og dagrøktum.
Sum foreldur kanst tú gera tína ávirkan galdandi umvegis foreldraráðið á stovninum hjá barni tínum. Viðtøkurnar fyri foreldraráð á dagstovnum og dagrøkt í Klaksvíkar kommunu kunnu lesast her.