Sjóhitaskipan
Sjóhitaskipan
Við sjóhitaskipanini tekur Klaksvíkar kommuna eitt stórt fet mótvegis grønari umstilling og einum betri umhvørvi. Sjógvur verður tikin inn í pumpuhúsið við Vágna og umvegis hitavekslara verður vatnið síðan leitt út til tilknýttu bygningarnar. Í fyrsta stigi fevnir skipanin um miðbýarøkið frá økinum við Sandin, niðan eftir Skúlavegi og umvegis Gerðagøtu inn til Stadionøkið. Møguleiki er fyri at víðka skipanina, sum í fullari stødd hevur megi og orku at viga upp ímóti fimm milliónum litrum av olju um árið.
Samanlagda oljunýtslan í bygningunum hjá Klaksvíkar kommunu er áleið 470.000 litrar um árið, og sostatt megnar sjóhitaskipanin eisini í framtíðini at veita hita til aðrar bygningar.
Rørini til sjóhitaskipanina eru løgd gjøgnum býin í samband við vegarbeiði við spillivatnsætlanini, og sostatt er graviarbeiði til báðar verkætlanir í stóran mun lagt saman til eina gjøgnumgraving í miðbýnum. Kostnaðarmeting: 13 milliónir krónur.
Verkætlanin í myndum

Sjóhiti í mentanarhúsið (2021)

Sjóhitaskipanini klár at taka í nýtslu (2019)

Myndir frá arbeiðinum 2015-18

Sjóhitaskipanin