Útstykking á Fossum

91 grundstykkir á Fossum
Nýggja útstykking á Fossum er nú farið ígongd. Sostatt er klárt at fara undir arbeiðið at klárgera 91 nýggj grundøkir. Útstykkingin verður gjørd í trimum byggistigum, og samlaða talið av grundstykkjum er 91, harav 44 grundstykkir til sethús og 47 til raðhús. Í fyrsta byggistiginum verða 21 grundstykkir til sethús og 13 til raðhús, í øðrum byggistigi verða 23 grundstykkir til sethús og í triðja byggistigi 33 grundstykkir til raðhús.
Øll grundøkini verða gjørd byggiklár, og fer hetta at lætta um arbeiðið hjá teimum, ið keypa grundstykki.
Klaksvíkar kommuna gjørdi í septembur 2018 avtalu við SNA arkitekar um projekteringina. Øll verkætlanin fer væntandi at taka trý ár og fyrstu grundstykkini longu verða klár at útluta í juni 2020.
Kunngerð: Kanningar av orkumøguleikunum úr undirgrundini á Fossum - Klaksvíkar kommuna

2024: Lyktarpelar settir upp

2023: Asfaltering

2021: Vegurin 'niðan á háls'

2020: Spakin settur í