Heilsufótbóltur
Heilsufótbóltur aftur á skrá
Venjingarnar vera mikukvøld kl. 19:00 og fríggjamorgun kl. 8:00, og aftur hesaferð vera tað Marjun Kalsø og Eydna Thomsen, sum koma at standa á odda fyri venjingunum.
Tilboðið er ætlað øllum teimum, sum eru 60+, og øll sum melda seg til sleppa at luttaka. Kostnaður fyri hvørt skeið er 300kr.
Melda til her: Heilsufótbóltur-Heyst skeið
Heilsufótbólturin byrjaði sum ein verkætlan, men hevur síðan verið bjóðað út sum eitt kommunalt tilboð, skipa í tøttum samstarvi KÍ. Eitt skeið á 12 vikur var í vár, og næsta skeiðið verður frá 23. august til 10. november. Vant verður tvær ferð um vikuna á Djúpumýru.
Hvat er heilsufótbóltur
Heilsufótbóltur er ikki eitt nýtt fyribrigdi, men hevur áður ikki verið málrættað til hendan aldursbólkin. Tað sum eyðkennir heilsufótbólt er, at spælt verður á smærri økjum og í minni bólkum. Tað er sostatt ein øðrvísi háttur at spæla fótbólt, og leggur veruliga upp til, at øll kunnu vera við. Roynd, sum óroynd.
Klaksvíkar kommuna er samstarvsfelagið hjá ABC, har endamálið er at fremja sálarliga heilsu og trivnað millum íbúgvarnar í Føroyum. Ein liður í hesum arbeiðinum er at eggja fólki til at vera virkin, saman og hugbundin. Verkætlanin í heyst stuðlaði veruliga undir hesum endamáli, og tí væntast, at tey næstu skeiðini eisini koma at verða stuttlig, gevandi og ein góð uppliving fyri tey, sum ynskja at taka lut.
Bæði Klaksvíkar kommuna og FSF hava samtykt at arbeiða miðvíst við heimsmálunum, og sigast má, at hetta er eitt átak, sum veruliga stuðlar undir heimsmál nr. 3, sum er at tryggja øllum eitt heilsugott lív og at virka fyri trivnaði fyri øll í øllum aldri.
Eru spurningar ella ivamál, so ber til at senda ein teldupost til klaksvik@klaksvik.fo