Umsókn um starv
Klaksvíkar kommuna hevur skrásett teir upplýsingar, ið eru lýstar í umsókn tínari. Í samband við hetta, hava vit skyldu at kunna teg um, hvussu vit skráseta upplýsingar um teg.
Klaksvíkar kommuna er dátuábyrgdari
Samskiftisupplýsingar:
Nólsoyar Pálsgøta 32
Postboks 2
710 Klaksvík
V-tal 334286
Tlf. 41 00 00
1. Innkomnar umsóknir
Tá umsóknir eru handaðar Klaksvíkar kommunu, viðgerða vit teir persónsupplýsingar og tey viðfestu skjøl sum er send til Klaksvíkar kommunu.
Dømi um hetta er: samskiftisupplýsingar um umsøkjara, upplýsingar fakligar førleikar og royndir.
2. Goymsla av upplýsingum
Í samband við innkomnar umsóknir, verða tær goymdar og skrásettar sum liður í starvssetanargongdini.
Um tú verður innkallaður til eina samrøðu verður umsóknin goymd, til tað er tikin ein endalig avgerð, men aldrin meira enn 6 mánaðar.
Klaksvíkar kommuna goymir ikki óumbidnar umsóknir, aftaná sýtan er send til umsøkjara.
3. Heilsuupplýsingar
Heilsuupplýsingar eru viðkvæmir persónsupplýsingar.
Tað er bert í serstøkum førum heilsuupplýsingar eru viðkomandi. Um tú ikki verður settur í starv, verða hesar upplýsingar strikaðar beinanvegin.
4. Trygd rundan um tínar persónsupplýsingar
Klaksvíkar kommuna viðgerð tínar umsóknir í trúnaði, og vit hava eina fráskildraða KT-skipan, sum tryggjar at tínir upplýsingar verða goymdir á ein tryggan hátt.
5. Heimild
Klaksvíkar kommuna nýtir bert tínar upplýsingar í samband við starvssetanina. Tann løgfrøðiliga heimildin er umsóknin um starvssetanina.
Í ávísum førum krevst títt samtykki, td. í samans við persónleika-roynd ella um vit ynskja at heinta eina tilsøgn frá fyrrverandi arbeiðsgevara.
6. Tíni rættindi
Omanfyri er nærri lýst, hvat fyri persónsupplýsingar Klaksvíkar kommuna viðgerð um teg, hvat grundarlagið er, og hvussu leingi teir verða goymdir.
Um tú hevur fleiri spurningar ella um okkurt er ógreitt, ert tú vælkomin at venda tær til starvsfólkaeindina hjá Klaksvíkar kommunu.
Tú hevur eisini møguleika at venda tær til dátueftirlitið, www.dat.fo.