Parkering við 'Kongaríkið'

Verkætlanin við Kongaríkið
Klaksvíkar kommuna hevur sum mál, at øll sethús, har tað er møguligt, skulu hava veg til húsini. Ein raðfestingarlisti er gjørdur og hevur Kongaríkið leingi ligið ovast á listanum.
Talan er um eina gamla verkætlan. Longu fyrst í 80’unum arbeiddi táverandi býráð við líknandi ætlanum, sum tó ikki gjørdust veruleiki. Nú er ætlanin tikin fram aftur, og borgarar í økinum kunnu gleða seg til betri parkeringsviðurskiftir, umframt at verkætlanin eisini ger ferðsluna á Stangavegnum munandi tryggari.
3. mió. kr. eru settar av til arbeiðið í 2023, og arbeiðið heldur fram í 2024.









