Norðhavnin
Norðhavnin longd 300 metrar
Verkætlanin at leingja Norðhavnina byrjaði fyrst í 2024. Ætlanin er at leingja Norðhavnina í Ánunum við 300 metrum. Eftir ætlan skal økið verða 100 metrar breitt. Norðhavnin er í dag 317 metrar long.
Grótið hevur annars verið goymt í Árnafirði, til arbeiðið við tunlunum var komið so mikið langt, at grótið kundi koyrast gjøgnum nýggju tunlarnar, soleiðis at hetta ikki ávirkaði ferðsluna í verandi tunlum.