Bollafabrikkin
Býráðið tók í 2021 stig til, at Bollafabrikkin skuldi setast í stand.
Avtala varð gjørd um, at klæða bygningin og skifta vindeygu og tak, soleiðis at at hesin søguligi bygningur kann verða varðveittur. Teir 15 egningaskúrarnir og frystigoymslurnar, sum eru har í dag, fara framvegis at húsast har, meðan Klaksvíkar býráð enn ikki hevur tikið støðu til, hvat ovara hæddin skal nýtast til.
Avtala varð eisini gjørd um, at seta á stovn eina nýggja ‘skúranevnd’, har umboð fyri kommununa og eigarar av egningarskúrunum skulu tryggja, at leiga verður goldin til víðari viðlíkahald av bygninginum.
Stutt um Klakksvíkar Hermetikk (Bollafabrikkin)
Klakksvíkar Hermetikk, vanliga rópt Bollafabrikkin, er ein virkisbygningur á Stongunum, sum J.F. Kjølbro læt byggja, og sum virkaði sum hermetikkvirkið frá 1946 til 1971.
Tá virkið varð bygt, vóru Stengurnar millum størstu arbeiðsplássini í landinum. Har var nógv virksemi, og umframt teir uml. 30 útróðrarbátarnar, sum tá hoyrdu til Klaksvík, so var eisini tætt samstarv við bygdirnar á eystursíðuni av Eysturoynni, haðani útróðrarbátar avreiddu í Klaksvík.
Endamálið við Klakksvíkar Hermetikkvirki var at fáa eitt virki til meirviðgerð av matvørum. Bygningurin við norðurendan á Stongunum er ein betongbygningur á 24 x 14 metrar til støddar í tveimum hæddum (670 fermetrar).
Klaksvíkar Hermertik er ta aftara/eystara húsið, sum vendir suður/norð, bygt 1946 (sí bókina: Óli Jacobsen: KJØLBRO, lív og virki, síða 244). Har var øll framleiðslan, og ikki í fremra partinum av húsinum!
Frammanundan 1946 stóð har lágur bygningur/hús til ráfiska- & saltfiskagoymslu (sí bók: J.S.Hansen: P/f J.F.KJØLBRO 1913-1983). Orðið bollafabrikkin kom av, at stórsta framleiðslan á KH var fiskabollar í soði (úr toski/hýsu). Sama tilfar bleiv eisini gjørt til fiskakøku. Onnur framleiðsla var: sildagaffilbitar og kryddsild, hummari, fuglur í soði, og medio 1950-árini enntá stórhvalatvøst, - alt lagt í blikk, ikki í gløs.
Nakað annað er, at nøkur ár eftir 1946, o.u.1950/51, bleiv annað hús bygt uppat KH, t.e. tann bygningurin sum vendir oman/niðan. Harvið misti KH alt dagsljós gjøgnum vindeyguni omaneftir, onnur vindeygu vóru har ikki, og tí bleiv hasin langi smæli yvirbygningurin á tekjuni, mønuni, gjørdur, við vindeygum báðar vegir, so at dagsljós kundi koma inn tann vegin.
Annars bleiv kjallarin undir KH frá 1946, eisini partvís, brúktur til hermetikkvirkið, har blikkdósirnar blivu samansettar. Men so bleiv minni pláss til ráfisk/saltfisk, heilt nógvur (rá)fiskur, kom uppá á land tey árini, eisini saltfiskur. Tí bleiv hetta seinna húsið bygt, eisini í tveimum hæddum, ovara hæddin tó ætlað til vanliga handilsvørugoymslu (t.v.s. “tungar vørur” í sekkjum, sum fóður, mjøl, sukur o.t., sum Kjølbro tá førdi í heilsølu). Tó bleiv hurð gjørd millum KH og hetta húsið, ovaru hædd, soleiðis at KH fekk eitt sindur av goymsluplássi til part av framleiðsluni, áðrenn avskiping. Og kjallarin bleiv (rá)fiskakjallari.
Nakað, ikki er komið fram nakrastaðni, er, at fyrsta fiskaflakaframleiðslan í Klaksvík o.u. 1955, byrjaði júst í kjallaranum á KH, hondskering, í 1960 flutt upp í ovaru hædd í nýggjara húsinum/bygninginum, fiskurin heisaður upp við krána/spæli. (Tá fóru sekkjavørurnar niðan í veruligu heilsøluna, í sunnara gamla netahjallinum, inngongd frá Stengarvegi, sum startaði 1960). Ógvuliga primitivt, men nokkso áhugavert, tí “sama” flakavirki er enn í Klaksvík nú skjótt 60 ár seinni, meðan onnur virki í FØ eru afturlatin ella farin undir aðra framleiðslu.
Tá so nýggja flakavirkið á Kósini varð liðugt seint á heysti 1965 fór øll flakaframleiðsla fram á Kósini við nýmótans maskinum. Leiðarin á KH, John Høj, flutti við norður á Kósina, og bleiv virkisleiðari har. Og so vóru dagarnir hjá KH taldir. Allur áhugi í leiðsluni í Kjølbro fór nú í Kósavirkið, áhugin fyri KH minkaði, frystiboksir komu í øll hús, og í 1971 støðgaði virksemið heilt.
Seinni blivu báðir kjallararnir gjørdir til egni- og frystirum hjá útróðrabátunum, í fyrstuni felags fyri allar bátarnar, seinni hvør bátur fyri seg. Fá ár seinni komu so hasir nýggju egningarskúrarnir norðanfyri.
Keldur:
https://nordlysid.fo/tidindi/11186/klakksvikar-hermetikk-1946-1966-virksemid-hja-kjolbro-a-stongunum
Finn Kjølbro