Broyting í byggisamtyktini fyri A4 og D9
![](/upload/cache/images/13201-13400/f8a601c21cb08d2da0f7c74b958e475792dba4cf_w300_h0_fS.png)
Kunngerð: Máls.nr. 21/01316
Byggisamtyktarbroyting A4 og D39
Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, verður við hesum boðað frá, at Klaksvíkar býráð samtykti á fundi 30.05.2023 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Klaksvíkar kommunu.
Uppskotið til broytingina snýr seg um, eina regulering millum A4 (Blandað íbúðar- og vinnuendamál) og D39 (Grønt øki) í samband við sølu, ger av lendisgøtu og vegagerð. Broytingaruppskotið hevur við sær at geirin D39, sum í dag liggur ímillum matr.nr. 746b og matr.nr. 1650ai, verður fluttur í norðara enda av matr.nr. 746b.
Talan verður um eina øking av økispartinum D39 á uml. 75 m2 og harvið eina tilsvarandi lækkan innan økispartin A4.
Eingin broyting er í ásetingartekstinum fyri A4 og D39.
Broytingin umfatar hesar nevndu matr.: 1650d, 746b, 802t,
Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Klaksvíkar kommunu, liggur frammi til alment eftirlit í Miðlan í Klaksvík frá 14.06.2024 – 05.07.2024 og er somuleiðis at síggja á heimasíðu kommununnar: www.klaksvik.fo.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu verða Klaksvíkar kommunu í hendi í seinasta lagi 26.07.2024. Tá ið mótmæli ella broytingaruppskot verða latin, viðmerkið máls.nr. 21/01316.
Tilfar
- Kort 1 (1.89 MB)
- Kort 2 (1.46 MB)
- Kunngerð (374.12 KB)
- Mynd v. matr. nr. (1.65 MB)