Broyting í byggisamtyktini fyri E6, C2 og A10
![](/upload/cache/images/13201-13400/e252ee0e043f3ffee62a80320cf4187a61c80a3e_w300_h0_fS.png)
Kunngerð: Málsnr. 24/00364
Byggisamtyktarbroyting, E6, C2 og A10
Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, verður við hesum boðað frá, at Klaksvíkar býráð samtykti á fundi 30.05.2024 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Klaksvíkar kommunu.
Uppskotið til broytingina snýr seg um at stovna nýggjan miðstaðar- og bústaðarøkispart, E6. Nýggi økisparturin er uml. 2600 m2 til støddar og loyvir 4 hæddum (veghædd, 1.-3. hædd). E6 er skipaður soleiðis, at veghædd í komandi bygningunum er ætlað til miðstaðarendamál, 1.- 3.hædd kunnu nýtast til sama endamál, tó er eisini møguligt at nýta 1.-3. hædd til bústaðarendamál.
Hesi kunnu skipast sum eigara-, luta- og leiguíbúðir Ábyggingin fyri hvør grundøki er 100%, tó skulu frástøður haldast, minsta grundøkjavídd og mest loyvda hædd eru 300 m2 og 13 m. Loyvt er at hava fritthangandi framskotnir bygningslutir í móti Gerðagøtu í veghædd sí dømi í økisblaðnum.
Parkering kann skipast á eignum øki ella á almennum parkeringsplássum. Økið sum umfatar E6 fer frá C2 ásetingum, ið loyvir bygging uppí 15 m, 3 hæddir, og krav um minstu grundøkjavídd á 700 m2 og við eini ábygging á 40 % fyri samlaða økispartin.
Somuleiðis verður ein regulering í økismarkinum millum C2 (Almenn endamál (tróttarøki og mentunnarøki)) og A10 (Blandað íbúðar- og vinnuendamál) sambært verandi nýtslu av økinum. Talan er um regulering í økinum omanfyri rennibreytina og vegin við Másheyg.
Økisásetingarnir í A10 og C2 vera ikki broyttir.
Byggisamtyktarbroytingin hevur við sær at A10 minkar við uml. 870 m2, C2 minkar við uml. 1700 m2 og nýggur økisparturin E6 verður uml. 2600 m2 til støddar. Talvan niðanfyri vísir býti av fermetrum.
Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Klaksvíkar kommunu, liggur frammi til alment eftirlit í Miðlan í Klaksvík frá 14.06.2024 – 05.07.2024 og er somuleiðis at síggja á heimasíðu kommununnar: www.klaksvik.fo.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu vera Klaksvíkar kommunu í hendi í seinasta lagi 26.07.2024. Tá ið mótmæli ella broytingaruppskot verða latin, viðmerkið málsnr. 24/00364.
Tilfar
- Kort 1 - byggisamtyktarbroyting (2.02 MB)
- Kort 2 - Byggisamtyktarbroyting E6, C2, A10.pdf (1.46 MB)
- Uppskot til økisblað E6.pdf (212.82 KB)
- Mynd.png (1.85 MB)
- Kunngerð (472.19 KB)