Kommunuætlan 2040
Í vár 2024 samtykti Klaksvíkar býráð, at farast skal undir eina kommunuætlan, sum m.a. skal tryggja, at skiftandi býráð skipa og leiða kommununa inn í eina framtíð, sum byggir á haldgóðar og burðardyggar loysnir.
Kommunuætlanin er ein liður í ynskinum um, at fyrihalda seg nærri til borgarakanningina, sum Klaksvíkar kommuna gjørdi í 2023. Kanningin í 2023 vísti, at neyðugt er at arbeiða málrættað og langskygt við nøkrum kommunalum avbjóðingum. Nevnast kann tørvurin og ynskið um fleiri og meira fjølbroyttar bústaðir, umframt eina betri býarskipan. 800 borgarar svaraðu hesi kanning, har spurt var um nøgdsemi hjá borgarum um tilboð og tænastur.
Kommunuætlanin
Semjað er um, at allir viðkomandi partar skulu takast við í arbeiðið. Ætlanin skal verða galdandi fyri alt lokalsamfelagið, og tí skal alt lokalsamfelagið verða tikið við uppá ráð. Arbeiðið skal vera væl kjølfest í býráðnum, umframt at borgarin skal merkja, at hann er í miðdeplinum.
Talan er um eitt umfatandi og týðandi arbeiði, har málið er, at Klaksvíkar kommuna skal vera ein áhugaverd og dámlig kommuna í 2040, tá ið talan er um tað at vaksa upp, at seta búgv og at eldast. Í ætlanini skulu mál setast m.a. fyri fólkavøkstri, kjarnutænastum, mentan, trivnaði, vinnu, bústøðum og fyrisiting.
Arbeiðið skal verða liðugt á sumri 2025.
Les nærri:
Borgarakanningin
Tilmæli um kommunuætlan einmælt samtykt 21. mars 2024
Arbeiðstilgongd
Kommunuætlanin er ein strategi, ein heildarætlan við miðvísum átøkum fram ímóti felags málum. Kommuætlanin skal lýsa eina greiða ætlan fyri framtíðina og skal skapa virði fyri borgaran og allar partar í samfelagnum.
Tað eru nógvir ymiskir hættir at loysa eina slíka uppgávu, men støða er tikin til, at høvuðsorðið í hesi verkætlanini er samskapan. Tað merkir, at allir viðkomandi partar skulu hoyrast og takast við í arbeiðið.
Kjarnan í arbeiðstilgongdini verður samskiftið við borgarar, vinnu og frítíðarfeløg við meira. Skipað verður tí fyri almennum kunningarfundum, samrøðum í smærri bólkum, umframt at møguleiki skal vera at geva sítt íkast til verkætlanina umvegis teldupostin kk2040@klaksvik.fo
Arbeiðið skal vera væl kjølfest í býráðnum, samstundis sum borgarin skal vera í miðdeplinum. Kommunuætlanin er fyri alt lokalsamfelagið, og tí eigur alt lokalsamfelagið at mynda framtíðina.
Gev títt íkast:
Send teldupost til kk2040@klaksvik.fo