Djúpumýra

Djúpumýra stadion
Áskoðaraplássini eru munandi økt seinnu árini. Í 2021 varð Bláa Skýlið tikið í nýrslu.Við Bláa skýlinum verða umstøðurnar á stadionøkinum við Djúpumýru lyftar upp á altjóða støði. Nýggja stadionøkið hevur góð og nýmótans skiftingarrúm, venjarahøli, dómarahøli, skrivstovuhøli og aðrar umstøður, ið lúka altjóða krøv. Seinni eru fleiri sitipláss gjørd á eystaru síðu við Jógvan Waagsteinsgøtu. Endamálið við samlaðu verkætlanini er at arbeiða ímóti altjóða góðkenning, soleiðis at Klaksvík kann hýsa altjóða fótbóltsdystum.
Í løtuni eru kommunan í gongd við 'Hornaskýlið'. Við hornaskýlinum ferð stadionøkið at lúka allar treytir fyri at leika altjóða dystir í evropeiskum høpi. Arbeiðið fevnir m.a. um at útbyggja sitiplássini við 180 plássum og fleiri wc, umframt fleiri goymslurúm eisini fáast í niðaru hæddini.
Verkætlanin í myndum

Hornaskýlið (2023)

Eystara skýlið reist

2021: Skýlið tikið í nýtslu

Bláa skýlið verður reist

Spakin settur Bláa skýlið 31.10.2017