Boð til borgarar

Týsdagur 12. desember 2017: Verkfall og verkbann á dagstovnaøkinum

Í morgun byrjaði verkfallið hjá leiðarum og varaleiðarum á dagstovnaøkinum, og hósmorgunin kl. 7 byrjar verkbannið, sum Kommunala arbeiðsgevarafelagið hevur lýst fyri øllum starvsfólkum á dagstovnaøkinum.

Verkfallið, sum pedagogfelagið hevur lýst fyri limum í leiðara- og varaleiðarastørvum byrjaði í morgun, men allir stovnar í Klaksvíkar kommunu hava tó opið sum vant í dag, týsdag 12. desember og í morgin, mikudagin 13. desember.

Tó kunnu ávísir stovnar gerast noyddir at skerja upplatingartíðina ella stongja ávísar stovur hesar báðar dagarnar. Koma slíkar broytingar fyri, verða foreldur kunnaði um hetta.

Frá hósmorgni 14. desember kl. 7 hevur Kommunala arbeiðsgevarafelagið lýst verkbann fyri starvsfólk á dagstovnaøkinum, sum eru limir í pedagogfelagnum.

Hetta hevur við sær, at allir kommunalir barnagarðar og vøggustovur, umframt frítíðarskúlin Snjallabjalla verða afturlatin, til nýggj støða verður millum pedagogfelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.

Verkbannið rakar ikki dagrøktararnar í dagrøktaskipanini hjá Klaksvíkar kommunu, men tilboðið um gestarøkt fellur burtur, meðan verkbannið er galdandi.

Kunning um, í hvønn mun verkbannið ávirkar Húsið, verður tøk á heimasíðuni www.klaksvik.fo, og har verður somuleiðis kunnað, tá broytingar verða í støðuni millum Føroya pedagogfelag og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.