Brúðarvígsla
Brúðarvígsla
Borgarlig vígsla
Kommunurnar taka sær av borgarligum vígslum. Borgarar, sum ætla at giftast borgarliga í Klaksvíkar kommunu, skulu venda sær til Miðlan, sum útflýggjar neyðugu skjølini. Hjúnalagsváttanin kann eisini takast niður her á síðuni, fyllast út og síðan latast inn í Miðlan.
Hjúnabandsfráboðanin og onnur neyðug skjøl skulu vera kommununi í hendi fyrsta lagi 4 mánaðar áðrenn vígslu og seinasta lagi 4 vikur áðrenn vígslu.
Henda mannagongd er eisini galdandi fyri limir í teimum trúarsamkomum, sum hava fingið serligt loyvi at víga fólk.
Vanliga er tað borgarstjórin, sum fremur borgarliga vígslu, og hesar fara vanliga fram í Býráðshúsinum ella í samkomuhúsi.
Neyðug skjøl at avgreiða hjá umsøkjara
Fyri tann ella teir makar, ið eru búsitandi í Føroyum, skulu hesi skjøl leggjast afturat hjúnabandsváttanini:
- Avrit av føðibrævi, dópsbrævi ella navnabrævi
- Endaligt skilnaðarbræv, um annar ella báðir makar áður hava verið gift
- Deyðsváttan, um annar ella báðir makar eru einkja ella einkjumaður
- Navn og bústað hjá øllum vitnum
Hjúnarlagsváttan fyri føroyskar borgarar, ið skulu giftast uttanlands
Er annar ella báðir makar føroyskir borgarar, ið skulu giftast uttanlands, krevja flestu lond eina váttan, sum prógvar, at hvørgin maki er í einum hjúnalagi frammanundan.
Klaksvíkar kommuna kann útvega eina hjúnabandsváttan, ið váttar, at eftir føroyskari lóggávu er einki, ið forðar fyri, at annar ella báðir makar kunnu giftast. Fyri at fáa eina váttan um hjúnastøðu, skulu báðir makar útfylla eina hjúnalagsváttan og lata hana inn til Miðlan ella senda hana til klaksvik@klaksvik.fo.
Kirkjulig vígsla
Tey, sum ætla at giftast í kirkju, skulu venda sær til prestin í tí kirkjuni, har ætlanin er at giftast. Yvirlit yvir kirkjur í Klaksvíkar kommunu sæst á heimasíðuni hjá fólkakirkjuni.
Tak niður: Hjúnalagsváttan
- Hjúnalagsfráboðan (kvinna/maður) (2.51 MB)
- Hjúnalagsfráboðan (kvinna/kvinna) (1.91 MB)
- Hjúnalagsfráboðan (maður/maður) (1.80 MB)
Tak niður: Fráboðan um navnabroyting eftir vígslu
- Fráboðan um navnabroyting.pdf (100.87 KB)