Bussleiðin
Kommunala bussleiðin er ókeypis hjá øllum at brúka. Bussleiðirnar eru tvær í tali, og koyriætlanin sæst her.
Fylgið bussleiðini á Sona appini
Nú er møguligt hjá øllum at fylgja við, hvar í býnum bussleiðin er. Klaksvíkar kommuna hevur gjørt eitt samstarv við Sona, sum ger tað møguligt hjá øllum, sum hava Sona appina, at fylgja við býarbussinum.
Býarbussurin hjá Klaksvíkar kommunu hevur tvær leiðir, og eru tær á Sona appini merktar við bláum og grønum.
Gloymdir lutir
Gloymdir lutir, sum verða funnir í bussunum, kunnu lættast avheintast við at venda sær til bussførarnar, tá lutirnir ofta vera liggjandi í bussunum í nakrar dagar. Eisini er gott at hava frámerki á taskum o.ø so gloymdir lutir lættari kunnu koma til rætta eigara aftur.
Hvar farast skal uppí bussin
Av praktiskum orsøkum heita bussførararnir á fólk um at umhugsa, hvar tey koma uppí bussin. Tey, ið búgva á vestara armi í Klaksvík og skulu heim, eiga at fara uppí bussin við Sandin. Tey, ið búgva á eystara armi í Klaksvík og skulu heim, eiga at fara uppí bussin í Gerðagøtu.